Framsókn leggur fram uppskot um samkipaða virkisætlan fyri føroyskt mál

politikkur24-02-2020 - 09:27 - Jóanis Nielsen

Í eina tíð hevur Framsókn fyrireikað eitt uppskot at leggja fyri løgtingið um samskipað átøk fyri føroyskt mál. Uppskotið verður nú borið í tingið.

Føroyskt mál er eitt fulltikið tungumál, sum hevur vunnið sær sæti á fleiri týdningarmiklum samfelagsøkum, síðani tilvitið um málið, sum livdi á mannamunni í Atlantshavsoyggjunum, vaks fram.

Tó hevur Føroya løgting ongantíð samtykt, at føroyskt er tjóðarmál í Føroyum og almenna málið. Heldur ikki er full politisk ábyrgd tikin á týðandi økjum, so sum innan málrøkt, at røkta Móðurmálsorðabókina, innan máltøkni, av forritum til rættstaving og málfrøðiliga hjálp, av Málráðnum, gransking í føroyskum máli, skúlabókasøvnum, av at týða nóg mikið av lesitilfari til føroyskt o.s.fr.

Arbeiðið við einum tjóðarmáli verður ongantíð liðugt, og í hesum døgum sæst týðiliga, at føroyska málinum tørvar eina savning á politiskum stigi, so vit gera tað, sum skal til fyri at tryggja føroyskum sítt rætta pláss í øllum høpum í samfelagnum, eins og tryggja at føroyskt í framtíðini verður verðandi høvuðssamskiftismál í Føroyum.

“Tá ið hugsað verður um, hvussu stórt virði okkara mál hevur, hvussu týdningarmikil mentanarberi tað er, og hvussu gott prógv tað er um okkara tjóðskap, so eigur peningur flóta til átøk fyri føroyskt á sama hátt, sum vit síggja hann fara til mong onnur samfelagsøki. Tá ið vit vita, hvussu skjótt peningurin ger mun á hesum øki, og hvussu nógv vit fáa fyri peningin, tá ið vit raðfesta føroyskt mál, so eigur Føroya løgting at kunna semjast um eina samskipaða ætlan” – siga tey bæði tingfólkini.

Tørvurin at samskipa átøk fyri føroyska málið – innan orðabókarøkt, undirvísing, mentan, bókmentir, tøkni, forrit, miðlar o.a. – er stórur. Tí leggur Framsókn nú fram uppskot fyri løgtingið um samskipandi átøk og raðfestingar fyri føroyskt mál á ymsu samfelagsøkjunum.

Ruth Vang og Bjarni K. Petersen, tingfólk fyri Framsókn