Framløga av slóðbrótandi skúlatilfari

mentan23-10-2018 - 13:43 - Jóanis Nielsen

Tað er í dag kl 15, at spildurnýggja føroyska tilfarið til at eftirmeta staving, lesing og skriving hjá børnum í innskúlingini verður lagt fram.

Tilfarið hevur tikið seks ár at gera, og yvir 6000 testtøkur eru tiknar hesi árini, fyri at finna útav, hvar føroyski normurin er – og at gera vegleiðingar til tey úrslit, sum kanningin so vísir.

Endamálið er, at lærarar betur skulu kunna staðfesta, hvørjum støði einstaki næmingurin er á og síðani skipa undirvísingina eftir tí. Eisini verður við hesum gjørligt at staðfesta framgongd hjá næmingunum – og heilt tíðliga at finna tey, ið hava tørv á eyka hjálp.

Tað eru Osvald Jacobsen og Gunvør Højgaard, ið hava gjørt tilfarið.

Framløgan verður í dag kl 15 á Námi, Hoyvíksvegur 72, Tórshavn.