Framhald av fundinum Menning í Vági

politikkur04-04-2017 - 15:53 - Jóanis Nielsen

Tórskvøldið 6. apríl kl. 19 verður framhald av fundinum umMenning í Vági, sum var í Miðlatúni 21. mars.

Á fundinum tórskvøldið fer Bjartur Nolsøe, stjóri á Íverksetarahúsinum, at greiða frá hvussu arbeitt verður frá hugskoti til ein verkætlan er veruleiki og ígongd sum eitt vinnulígt átak, ein nýggj tænasta, nýggja vøra ella annað.

Arbeiðsbólkarnir, sum síðani seinasta fund hava arbeitt við fýra ymiskum verkætlanum, fara eisini á fundinum at greiða frá gongdini í arbeiðinum higartil og fara at arbeiða víðari í bólkunum.

Fundurin verður í Miðlatúni frá kl. 19.00 til kl. 20.30 tórskvøldið 6. apríl.