Fram landar í Hvalba, Vestmanna og Fuglafirði

Vinna12-01-2018 - 07:29 - Jóanis Albert Nielsen

Fram hevur verið á makrelveiðu í ES-sjógvi vestur úr Orknoyggjunum, teir hava fingið 400 tons av makreli. Fram kom á Hvalva í nátt klokkan 1, har teir landaðu 40 tons. Fóru so víðari til Vestmannar, har teir komu fyri løtu síðani. Teir skulu landa størsta partin av lastini til Vestmanna Seafood, og so víðari til Fuglafjarðar, har nakað skal landast til Pelagos.

Støddin á makrelinum liggur um 400 gram.