Fram kemur á Vestmanna í kvøld

vinna11-09-2017 - 17:45 - Jóanis Nielsen

 Fram kemur á Vestmanna um 19-tíðina í kvøld við 450 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norðast í føroyskum sjógvi.

Teir skulu landa 250 tons til Vestmanna Seafood og so 200 tons til Pelagos í Fuglafirði.

Makrelurin er í góðun standi, støddin liggur um 420 gramm.