Mynd: Portal.fo

Frágreiðing er nú skrivað um tilburðin, tá Eivind sigldi á Flesjarnar 2. august

24-09-2021 - 09:27 - Jóanis Nielsen

Trý viðurskifti gjørdu, at línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar 2.august.

Tað sigur danska skaðanevndin, Den Maritime Havarikommission, sum hevur kannað tilburðin - Tað skrivar KVF.

Les meira á KVF.

Den Maritime Havarikommission hevur í morgun almannakunngjørt frágreiðing um, hví línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar tann 2. august í ár. Sambært frágreiðingini eru orsøkirnar tríggjar:

Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var.

Ein onnur orsøk var tann, at skiparin ikki legði so stóran dent á elektronisku sjókortini, tí hann kendi farleiðina. Hann varnaðist ikki, at sjókortið boðaði frá grunnum vatni framman fyri stavn.

Triðja orsøkin var, sambært skaðanevndini, at skiparin prátaði við maskinmeistaran, meðan teir nærkaðust Flesjunum. Skiparin hugsavnaði seg tí ikki út í æsir um sjálva siglingina.

Hesar trý viðurskifti tilsamans gjørdu, at skipið sigldi á land.

Les alla frágreiðinginaher.

Sjóvinnustýrið, 24. september 2021Den Maritime Havarikommission hevur í morgun almannakunngjørt frágreiðing um, hví línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar tann 2. august í ár. Sambært frágreiðingini eru orsøkirnar tríggjar:

Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var.

Ein onnur orsøk var tann, at skiparin ikki legði so stóran dent á elektronisku sjókortini, tí hann kendi farleiðina. Hann varnaðist ikki, at sjókortið boðaði frá grunnum vatni framman fyri stavn.

Triðja orsøkin var, sambært skaðanevndini, at skiparin prátaði við maskinmeistaran, meðan teir nærkaðust Flesjunum. Skiparin hugsavnaði seg tí ikki út í æsir um sjálva siglingina.

Hesar trý viðurskifti tilsamans gjørdu, at skipið sigldi á land.

Les alla frágreiðinginaher.

Sjóvinnustýrið, 24. september 2021