Frændur og Bára Silvansdóttir á Voxbotn 2017

mentan10-06-2017 - 11:05 - Jóanis Nielsen

Í dag eru bara tvær vikur til Voxbotn 2017, sum verður leygardagin 24. juni í Vágsbotni í Havn. Ein rúgva av bæði útlendskum og føroyskum nøvnum fara at spæla á ársins konsertdegi. Nøvnini, sum higartil eru avdúkaði, eru Jonas Blue, Thomas Helmig, Mads Langer, Hanne Boel, Gulddreng, Martin Jensen, Guðrið Hansdóttir, Marius, Wolfgang, Glóð og Signar í Homrum.


Og í dag eru so tvey nýggj nøvn komin á plakatina hjá Voxbotn, tí nú er kunngjørt, at bæði Bára Silvansdóttir og Frændur eisini fara á pall.

Bára Silvansdóttir er ein spennandi ung songkvinna, sum uttan iva kemur at gera seg enn meira galdandi innan føroyska tónleikapallin. Vit kenna hana nokk best við lagnum “Loyndamál”, sum varð sera nógv spælt í fjør. Bára hevur givið stakløgini “Hugsar um meg” og “Renna undan” út, umframt EP’ina “Skuggar” við fýra løgum. Bára fer at byrja Voxbotn leygardagin 24. juni kl. 15 og hetta verður aðru ferð, at Bára spælur á Voxbotn.

Frændur enda Voxbotn 2017
Frændur er stutt sagt størsti leverandørur av slagarum til okkara sangskatt, og tí er einki meira natúrligt, at teir sleppa at enda Voxbotn 2017. Og so eru teir uttan iva tann mest fólkakæri tónleikabólkurin í Føroyum, ið hevur spælt fyri fullum hølum í 80’unum, 90’unum, 0’unum og 10’unum. Hvør hevur ikki minnir um hugnaligar løtur saman við vinum, har sangir sum Føroyar, Eros, 80’ini, Mítt land, Hundurin brúni og nógv fleiri onnur hava runga, antin frá konsertpallinum, stereoannlegginum ella í felagssangi afturvið kassagittara.

Og tá Frændur fara á pallin at enda Voxbotn 2017 leygarkvøldið 24. juni framman fyri einum totalt útseldum Voxbotn, fer øll fjøldin at syngja við, og Klaksvíksbólkurin fer enn einaferð at sláa fast, at teir nú fjórða ártíggjund á rað eru viðkomandi, og at tað góða lagið ikki fer av móta.

Tað kann vera, at brúna skinnið á hundinum er vorðið grátt, men hann goyr enn akkurát líka hart.

Forsølan av atgongumerkjum til Voxbotn 2017 er fyri langari tíð síðani útseld. Bert nøkur fá duraatgongumerki eru eftir og tey verða sett til sølu mánadagin 19. juni kl. 16.00. Eingin durasøla verður á Voxbotn 2017.