Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag og álitisfólkunum í Tórshavnar kommunu

Politikkur07-10-2019 - 22:34 - Jóanis Albert Nielsen

Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv.

Kommunan hevur kunnað álitisfólkini og starvsfólk á dagstovnunum, við brævi og fundi, at “starvsfólkanormeringin ikki hevur fylgt við øktu krøvunum til námsfrøðiliga arbeiðið á stovnunum.” Vit fegnast um at kommunan viðurkennir eina høvuðsavbjóðing á dagstovnaøkinum.

Vit eru sannførd um, at eindarleiðsla ikki fer at hjálpa við námsfrøðiligu dygdini, sum er ætlað børnunum á dagstovnunum.

Vit eru sannførd um, at ætlaðu pengarnir høvdu gjørt størri mun inni á dagstovnunum.

Vit vita, at Tórshavnar kommuna brúkar ein normeringslykil, sum ikki er dagførdur í fleiri ár.

Vit vita, at tað er fíggjarleisturin, sum er størsta avbjóðingin hjá dagstovnunum.

Vit krevja, at Tórshavnar kommuna steðgar ætlanini við eindarleiðslu og gevur verandi leiðarum fígging og álit til at útinna sítt starv.

http://pedagogfelag.fo/news/frabodan-fra-foroya-pedagogfelag-og-alitisfolkunum-i-torshavnar-kommunu/