Frá Sjúkrahúsverkinum: Kannað verður fyri koronu í Havn leygardagin

corona13-08-2020 - 15:26 - Jóanis Nielsen

Kannað verður fyri koronu í Havn leygardagin

Í vikuskiftinum verður ikki kannað fyri koronu í Klaksvík og á Tvøroyri. Støkk inn-kanningar vera á Eirargarði í Havn millum 13 og 15. Ongar kanningar vera sunnudagin.

Áhugin fyri at lata seg kanna á sjúkrahúsinum hevur verið eitt vet fallandi seinastu dagarnar, men gongdin kann broytast skjótt. Sjúkrahúsverkið fylgir gongdini neyvt og fer at tillaga upplatingartíðirnar alt eftir tørvi. Tí kunnu broytingar koma fyri.

Sjúkrahúsverkið