Frá marknaðargrundaðari skipan til politiska útlutan

Politikkur13-06-2018 - 18:36 - Jóanis Albert Nielsen

Samgongan býtti á skinninum. 8,5% av okkara fiskiríkidømi skal brúkast sum “vinar og kenningakvotur” í ávísum økjum í landinum.
Menningarkvotur? Tey, sum høvdu kvoturnar eru eftir øllum at døma ikki før fyri at standa fyri hesi serligu menningini hjá samgonguni. Eg meini tað! Tey 8,5% skuldu takast frá teimum og brúkast sum “vinar- og kenningakvotur” undir páskotinum menningarkvotur.
Tey, sum róptu harðast um “vinar- og kenningarpolitikk”, “politiska útlutan”, og mangt annað, sita nú sjálvi og býta politiskt fiskiríkidømi fyri 100-tals milliónir, til “vinir og kenningar”.
Landsstýrismaðurin hevur “politiskt” sett eina nevnd av samsýntum at hjálpa sær við “politisku útlutanini”. Nevndin skal syrgja fyri, at allir “vinirnir” fáa fiskiríkidømi, so samgongutingfólkini í útvaldu økjunum framhaldandi verða stuðlar hjá samgonguni.
Tá ið partamaðurin, ið er formaðurin í nevndini fram ímóti ólavsøku hevur valt tey røttu út, fer landsstýrismaðurin Høgni Hoydal at taka endaliga avgerð um, hvussu “vinar- og kenningarkvoturnar” skulu býtast. Avgerðin er hansara og bara hansara.
Hetta er “politisk útlutan” sum vil nakað. Virðir fyri 100-tals milliónir.
Um slíkt var hent, tá ið vit sótu við valdið, høvdu Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen kallað Tingið saman í skundi og lagt misálit á løgmann og fiskimálaráðharran.
KVF hevði gjørt fleiri framhaldssendingar fyri at lýsa politiska óskilið. At hugsa sær til, at ein landsstýrismaður setur ein flokksfelaga at hjálpa sær við “politiskari útlutan” av fólksins ogn fyri 100-tals milliónir. Tað hevði verið ovboðið. Ávísu tíðindafólkini høvdu ikki fingið afturhald og serfrøðingarnir, teir somu, sum altíð eru at síggja og sum vita alt, høvdu úttalað seg dag og dagliga um óskilið.
Í staðin fyri fær Høgni Hoydal fría mikrofon at greiða frá, at talan als ikki er um politiska útlutan. Tit lósu rætt, “als ikki politisk útlutan”.
Tey, sum tala at og vísa á óskilið, verða skýrd at vera lygnarar av láturverjum fiskimálaráðharrans. Tað er ringt at skilja, at hesir verjarnir hjá Høgna Hoydal ikki skulu síggja tað, sum hendir í føroysku fiskivinnunu í løtuni. Tey gera ivaleyst sum Høgni, yppa øksl, og geva sær ikki far um tað. So er alt gott.
Sitandi samgonga hevur eitt ár eftir, so óskilið fer at halda áfram eina tíð afturat. Niðurlagingin av fiskivinnuni er byrjað, men vónandi klárar vinnan at halda tørn, til skilvísi aftur kemur í føroyskan politikk.

Jacob Vestergaard.