Frá Landssjúkrahúsinum: Kanna fyri koronu frá klokkan 13 sunnudagin

corona08-08-2020 - 10:49 - Jóanis Nielsen

Kanna fyri koronu frá klokkan 13 sunnudagin

Øll sum standa í bíðirøð klokkan 14 verða kannaði fyri koronu á Landssjúkrahúsinum í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at verða kannaði.

Kannað verður fyri koronu á Landssjúkrahúsinum frá klokkan 13 sunnudagin og ikki 9, sum áður fráboðað.

Aftur í dag eru nógv fólk, sum lata seg kanna, tó at bíðirøðin er styttri enn í gjár. Fyri at potingin kann enda í rímiligari tíð, hevur Landssjúkrahúsið tí gjørt av, at ikki fleiri bilar koma í bilrøðina eftir klokkan 14 í dag..