FRÁ HEIMATÆNASTUNI Í VÁGUM

mentan12-03-2020 - 13:39 - Jóanis Nielsen

CORONA: VIT MUGU ANSA EFTIR HVØR ØÐRUM!!!

Øll, ið hava ørindi á Heiminum á Sýnini, mugu vísa størsta varsemi í hesum døgum. Eisini tey, sum hava ørindi til eldri og veikar borgarar aðrastaðni í samfelagi okkara.

Hevur tú seinastu 14 dagarnar verið uttanlands, verður tú biðin um, ikki at vitja á Sýnini ella vitja aðrar eldri og veikar borgarar teir fyrstu 14 dagarnar aftaná heimkomuna.

Onnur, sum ynskja at vitja á Sýnini, verða biðin um at ringja á deildina fyrst.

Tað er sera umráðandi, at tú RINGIR og ikki møtir upp

AVVARÐANDI OG VITJANDI verða biðin um at vísa størsta varsemi og halda seg burtur frá Heiminum á Sýnini, um tey eru í iva um sína heilsustøðu.

Vinarliga

Jóngerð M. Nielsen, leiðari