Fótbóltsvenjing sera munadygg viðgerð fyri kvinnur við prediabetes

ítróttur22-08-2019 - 17:35 - Jóanis Albert Nielsen

Gransking: Nýggj vísindalig kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt í samstarvi við Syddansk Universitet, vísir, at fótbóltsvenjing er serstakliga munadyggur viðgerðarháttur fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes (prediabetes). Serstakliga vísir kanningin kliniskt avgerandi jaligt árin á hjarta-æðraheilsuna, sum ofta er vánalig hjá fólki við typu 2 diabetes.

Í dag er greitt, at kropslig venjing er ein heilt avgerandi partur, tá ræður um fyribyrging og viðgerð av lívsstílssjúkum. Hetta er galdandi fyri fleiri sløg av sjúkum so sum hjarta-æðrasjúkum, typu 2 diabetes, nøkur sløg av krabbameini og beinbroyskni. Ítróttur er vælumtóktur millum fólk og fleiri av teimum vælumtóktu ítróttargreinunum hava í sær intensa og fjølbroytta venjing fyri kroppin. Tí er áhugavert at kanna, hvussu ymiskar ítróttagreinar ávirka heilsustøðuna hjá ymsum sjúklingabólkum.

Les meira áhttps://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/fotboltsvenjing-sera-munadygg-vidgerd-fyri-kvinnur-vid-prediabetes/