Føstuguðstænasta í Miðvágs kirkju

mentan22-03-2018 - 13:15 - Jóanis Nielsen

Í kvøld - seinasta biðikvøld hesa føstuna - er tað Sverri Steinhólm, sum prædikar í Miðvágs kirkju. Sverrasa prestatænasta er nakað øðrvísi enn hjá øðrum prestum, við tað, at hann umframt Havnar kirkju, eisini er prestur í Mjørkadali og á Landssjúkrahúsinum.Og ikki at gloyma: ta serstøku tænastuna, sum er knýtt at Bláa krossi. Høvi verður at práta um hesi viðurskifti aftur við kaffinum eftir guðstænastuna.

Ein tvørfloytubólkur stendur fyri musikalska innslagnumíkvøld. Vælkomin!