Forvitnislig vitjan: Hans biður fyri teimum sjúku

12-03-2018 - 08:31 - Jóanis Albert Nielsen

Hesa vikuna kemur danski prædikumaðurin Hans Berntsen enn einaferð til Føroyar á vitjan.
Hann var her fyrstu ferð í 1985, og hevur síðani verið her mangar ferðir.

Felags fyri øll møtini, sum hann hevur hildið hesi seinastu 33 árini er, at menniskju hava møtt Jesusi, og at onnur er vorðin grødd fyri ymiskar likamligar og sálarligar líðingar.

Hans Berntsen hevur vitjað kring alt landið, men hetta seinasta árið eru møtini eisini rokkin út í føroyska útjaðaran. Og soleiðis verður aftur gjørt hesaferð.
Hann kemur til Føroyar í vikuni og fer at halda møtir í Suðuroy, Norðoyggjum, Eysturoy og á Streymoynni.


TALA OG FORBØN
Tað er liðið júst eitt ár síðani, at Hans Berntsen fekk eina serstaka innbjóðing um at koma til Viðareiðis at hava møti.
Tað var ein kvinna úr bygdini sum ynskti at fáa hann norður hagar at halda møti. Hetta møtið varð hildið í fimleikahøllini í skúlanum á Viðareiði, og har var undirtøkan so mikið, at høllin var nærum fullsett av fólki.
Við ta møtirøðina vitjaði hann eisini í KFUM & K og í Soli Deo Gloria í Klaksvík. Tá hann vitjaði aftur í august mánaði vitjaði hann á Viðareiði, KFUM & K í Klaksvík og í Leirvík.

Nú verða møtistøðini broytt eitt sindur. Mikukvøldið talar hann í Oasuni í Hoyvík, hóskvøldið í Vági og fríggjakvøldið verður møti í skúlanum á Fossánesi í Norðdepli. Leygarkvøldið talar hann í missiónshúsinum á Glyvrum, og sunnukvøldið endar møtiferðin við møti í missiónshúsinum í Kollafirði.

Á møtunum verður byrjað við talu og sangi, og síðani verður Orðið boðað, eins og fólk verða boðin at koma fram til forbøn.

- Tú ert eisini vælkomin til hesi møtini. Øll verða onkursvegna rørd eitt slíkt kvøld, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.

Meiri fæst at vita um møtini hjá Thurid Brend, tlf. 751022 ella Snorra Brend, tlf. 751022.