Fóru við seyði á Miðvágsurð í morgun - myndir

mentan15-04-2018 - 10:57 - Jóanis Nielsen

 Miðvingar fóru í morgun í Miðvágsurð við hornaseyði, teir høvdu 13 seyðir at sleppa.

Miðvágsurð liggur norðantil á Vágum, seyðurin, sum gongur á urðini plagar at roynast væl.

Teir fóru við deksbátinum Heimdal, sum fyri ikki so langari tíð er keyptur til Miðvágs.

Vit vóru á Oyrargjógv, tá ið teir fóru - sí myndirnar niðanfyri.