Jákup Øregaard, hevur arbeitt fyri Equinor (Statoil) í mong ár, og í dag er hann boristjóri á Johan Sverdrup oljukelduni, sum verður útbygd fyri nærum 200 mia. kr. Mynd Sysla

Føroyskur boristjóri sparir norskari oljuvinnu fyri milliardir

vinna11-06-2018 - 23:06 - Jóanis Nielsen

 Oljan.fo skrivar: Síðani oljuprísurin kavaði í 2014 hevur tað verið ein høvuðsuppgávan hjá oddafólkum í oljuvinnuni at skerja útreiðslurnar serstakliga í sambandi við nýggjar útbyggingar. Ein av hesum útbyggingum er Johan Sverdrup oljukeldan í norska partinum av Norðsjónum. Keldan, sum er ein av teimum størstu, sum er funnin á norska landgrunninum seinastu 50 árini, goymir upp til 3 mia. tunnur av olju og stendur í løtuni fyri eini risastórari og sera kostnaðarmiklari útbygging.

Samlaða útbyggingin var upprunaliga mett til at kosta 170-220 mia. kr., men effektiviseringar, sparingar og lækking av kostnaðinum ger útbyggingina millum 30 og 50 mia. kr. bíligari - ein lækking uppá 20%. Fyri fáum árum síðani var kravið til slíkar útbyggingar ein oljuprísur uppá 70 dollarar. Síðani er hann lækkaður til 41 dollar, men fyri fyrsta partin av Johan Sverdrup útbyggingini krevst ein oljuprísur uppá einans 25 dollarar.

Ein av teimum, sum eigur sín lut í, at norska Equinor nú kann útbyggja Johan Sverdrup fyri nógv minni penga, er føroyskir verkfrøðingurin Jákup Øregaard. Hann stendur á odda fyri allari boriverkætlanini í sambandi við útbyggingina. Saman við sínum arbeiðsliði hevur Jákup Øregaard megnað at gera útbyggingina av hesum partinum av Johan Sverdrup 6,5 mia. kr. bíligari. Og hetta eru tíðindi, sum ganga sum heitt breyð í norsku miðlunum fyri tíðina.

Fyrsti patrturin av útbyggingini av Johan Sverdrup kostar 88 mia. kr. Størsti einstaki parturin er boring av framleiðslubrunnum. Arbeiðið byrjaði í mars 2016 og varð liðugt fyri jól í fjør. Arbeiðið gekk nógv betri enn roknað við m.a. takkað verið Jákup Øregaard skrivar Sysla Offshore, sum dagliga viðgerð norsku oljuvinnuna.

”Hetta hevur verið ein av mest effekivu borikampanjunum, sum vit hava latið úr hondum”, sigur Jákup Øregaard við Sysla Offshore.

Upprunaliga varð roknað við, at boriparturin fór at kosta 18 mia. kr, men nú sær út til, at hann fer at enda á 11,5 mia. kr. Tað svarar til eina sparing uppá 6,5 mia. kr. ella 35%. Hetta hóast fleiri brunnar vórðu boraðir enn upprunaliga ætlað, tvs. 23 ímóti 13. Upprunaliga varð mett, at tað fór at taka 50-60 dagar at bora ein brunn, men tá avtornaði tók tað í meðal 33 dagar.

Jákup Øregaard, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, sigur, at orsøkin til broytingarnar er tann, at ídnaðurin hevur broytt og betrað um støðuna í mun til fyri fimm árum síðani.

Lækking av kostnaðinum og effektivisering ta tíðina oljukreppan hevur gjørt um seg, hevur gjørt, at nógvar fyritøkur fáa meira burtur úr pengunum í dag, enn tá ídnaðurin var heitastur í 2014. Tøl frá Equinor vísa, at felagið megnaði at lækka boriútreiðslurnar sum heild við 10% frá 2016 til 2018.

Tað er Odfjell Drilling, sum hevur borað brunnarnar á Johan Sverdrup feltinum við pallinum Deepsea Atlantic.

”Okkara ynski er at hava partnarar, sum arbeiða og hugsa uppá longri sikt, og til tess mugu vit hava sáttmálar, sum allir partar kunnu liva við, og tað er okkara mál sigur Jákup Øregaard. Stjórin í Odfjell Drilling, Simen Lieungh er samdur. Hann sigur, at tað vóru ikki lægri ratur, sum gjørdi uppgávuna bíligari.

Sambært Lieungh var leiguprísurin fyri Deepsea Atlantic uppá 300.000 dollarar um dagin. Men upprunaliga var sáttmálin uppá 500.000 dollarar. Kortini forvann borifelagið væl av peningi, eisini tí tað hevði gjørt eitt stórt arbeiði fyri at minka um útreiðslurnar.

Bæði Jákup Øregaard, stjórin í Odfjell Drilling og talsfólk fyri tænatufelagið Baker Hughes eru samd um, at teirra góða samstarv eigur æruna fyri, at uppgávan hevur verið so væleydnað.

”Vit hava testað ein nýggjan hátt at arbeiða uppá, ein integreraðan sáttmála. Ístaðin fyri at siga veitarunum, hvat skuldi gerast, arbeiddu vit saman fyri at finna út av, hvussu uppgávurnar best kundu loysast. Hetta var ein av teimum fyrstu verkætlanunum, har vit royndu eitt slíkt modell, og tað virkaði sera væl, sigur Øregaard. ”Vit sluppu okkum av við óneyðugt virksemi og fingu harvið troytt pallin til fulnar. Hetta gjørdu vit saman - einsamallir hevði einki av feløgunum megnað tað. Eg haldi hetta er framtíðar hátturin at arbeiða uppá”, heldur Lieungh.

Henriette Strøm, boriverkfrøðingur var partur av einum av arbeiðsbólkunum, sum arbeiddu við hesi nýggju borikampanjuni. Bara ein einstøk broyting frá teirra síðu spardi 300 mió. kr., tá tey við nýggjum útrokningum fluttu ein part av útbyggingini tveir kilometrar til tess at fáa hana at virka betri, sigur Strøm, sum eisini fær heiðurin av sparingunum hjá Equinor.

Tað er greitt, at nú tað verður nógv bíligari at byggja hesa risastóru oljukelduna út, so fara fleiri inntøkur at liggja eftir hjá bæði Equinor og hinum oljufeløgum og harvið eisini hjá norska samfelagnum. Spurdur um umrøddu sparingar fara at raka øki sum trygd sigur Jákup Øregaard, at tað koma tær ikki.

“Vi ser ingen negativ sammenheng mellom helse- miljø og sikkerhet og effektivitet. Det går hånd i hånd. Men du må ha HMS oppe som et tema kontinuerlig. Du har stort utstyr som flytter seg fort – og jobber med høyt trykk,” sigur Jákup Øregaard.

Norskir miðlar eru ikki í iva. Teir eru samdir um, at eitt nú borileiðslan á Johan Sverdrup við føroyinginum Jákup Øregaard á odda, hevur spart íleggarunum milliardir.

“De sparer Norge for milliarder av kroner. Boreteamet på Johan Sverdrup-feltet er med på å sikre den norske oljefremtiden - selv med lavere energipriser,” skriva norskir miðlar í hesum døgum.

Víst verður eisini á, at síðani prísskædlið rakti oljuvinnuna fyri fýra árum síðani, er nógv broytt til tað betra og fólk eru aftur farin at kenna seg væl í oljuvinnuni, tó at prískreppan hevur minkað samlaða talið á oljuarbeiðarum munandi.

Jákup er sonur til Rúna og Gullu Øregaard og abbasonur navnframa Jákup Øregaard, sum umboðaði Javnaðarflokkin eitt langt tíðarskeið aftaná, at vit fingu heimastýri. Hann er eisini abbasonur kendaentreprenørin og verkfrøðingin Gunnar Waagstein.Hann er útbúgvin sum byggiverkfrøðingur á DTU í 1994 og arbeiddi eina tíð á vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum. Hann og familjan búgva í dag í Stavanger.

Hann var ein av fýra føroyingum, sum byrjaðu at arbeiða hjá Saga Petroleum í Norra í 1997, árið tá teir lótu upp deild í Føroyum. Tá Saga fór í søguna í 1999 flutti hann yvir til Norsk Hydro sum seinni varð yvirtikið av Statoil.

Drúgvu royndirnar hjá Jákupi í norsku oljuvinnuni hava gjørt, at hann í dag hevur eitt av teimum mest týðandi álitisstørvunum í sambandi við útbygging av eini av størstu keldunum, sum eru funnar á norska landgrunninum, Johan Sverdrup.

Vert er her eisini at nevna, at 60 fólk frá PAM Offshore Service í Havn hava arbeiði við tilknýti til útbyggingina av Johan Sverdrup.