Mynd: Fishin.fo

Føroysku uppisjóarskipini sigla inn vegna fiskaloysi

vinna20-09-2020 - 10:31 - Jóanis Nielsen

Í meira enn eina viku hava 8 føroysk skip, saman við nógvum norskum skipum, leitað eftir makreli á einum stórum økið í norskum sjógvi, men uttan at finna nakað. Í morgun eru tey føroysku skipini komin í føroyskan sjógv, tey eru øll á veg til lands og verða inni í kvøld.

Makrelurin stóð fyrr í summar/heyst norðast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, hann fór so at ganga eysturyvir og fekst í norskum sjógvi, men nú er einki at síggja.

Ein skipari segði við okkum í morgun: "Einki var at síggja í norskun sjógvi, ikki ein stertur, so hetta var snópi, hava leitað væl og leingi. Normenn hava eisini leitað".

Fyri 10 døgum síðani landaði Borgarin makrel í Kollafirði, einki føroyskt skip hevur landað síðani.