Føroysku uppisjóarskipini leita nú í føroyskum sjógvi

vinna30-09-2020 - 17:35 - Jóanis Nielsen

Tey føroysku uppisjóarskipini royndu í íslendskum sjógvi, men har føroysku skipini høvdu loyvi at fiska, har minkaði fiskiskapurin niður í einki, men har ið íslendsku skipini fiska, har er góður fiskiskapur.

Nú eru føroysku skiðini komin í føroyskan sjógv, eru á umleið 64N og 5V, har eru: Christian í Grótinum, Norðborg, Næraberg, Borgarin, Norðingur, Tróndur í Gøtu, Hoyvík og Gøtunes. 

Hini skipini: Arctic Voyager, Finnur Fríði, Katrin Jóhanna, Tummas T. og Fagraberg eru enn í íslendskum sjógvi.

Enn hava skipini ikki troffið við.