Føroysku badmintonleikararnir sera góð úrslit

ítróttur04-02-2018 - 15:38 - Jóanis Nielsen

So eru innleiðandi dystirnir í badmintonhøllini leiktir. Og sera nógvir dystir eru leiktir síðani klokkan 9.00 í morgun.

Allir leikarir hava verið í gongd og hava tey kýtt seg eftir hvørjum bólti. Sera nógvir væl spældir dystir hava verið, og er støðið høgt.

Føroysku leikararnir skulu aftur í eldin í morgin, tá ið hálvfinalur og finalur eru á skránni.

Tilsamans skulu 46 hálvfinalur spælast, og av hesum eru okkara badmintonleikarir í heili 31. Í 6 av teimum eru hálvfinalurnar við føroyskum leikarum báðumegin netið.

Harafturat so hava vit longu tryggjað okkum bæði gull og silvur í tvímansleiki hjá drongjum í U17 - bæði pørini í finaluni eru úr Føroyum. Og í tvímansleiki hjá gentum í U19 hava vit eisini tryggjað okkum heiðursmerki - avgerðin fellur í morgin seinnapartin, hvat slag tað verður, tá ið finalan verður spæld.

So ikki kann sigast annað enn, at fjøðurbóltarnir flúgva sum ongantíð fyrr.