Føroyskar fyritøkur kappast í Paintball

13-05-2019 - 12:52 - Jóanis Nielsen

Tann 15. juni sleppa føroyskar fyritøkur at royna seg í nýggjari Paintball firmakapping í Skótadeplinum á Selatrað. Tað er fjarskiftisveitarinHeysaman við Skótadeplinum, sum skipar fyri kappingini, har 16 lið kappast í adrenalin-pumpandi dystum um at gerast Paintball meistari í Føroyum.

Umframt sjálvu Paintball kappingina verður eisini møguligt ímillum dystirnar at uppliva hugnaliga skótadepilin, royna seg við øksakasti og bogaskjóting og at fáa ein betri bita. Ætlanin er at grilla nakrar grísar frá middegi og út á seinnapartin, so góður matur er eisini á skránni ígjøgnum allan dagin.

- Endamálið við kappingini er at bjóða fyritøkum ein samansjóvandi og stuttligan dag við eitt sindur avaction, sigur Jan á Líknargøtu, vinnukundaleiðari á Hey. Vit hava longu tætt samstarv við skótarnar umvegis Hey Mánadagur átakið, har fólk kunnu spæla paintball fyri hálvan prís hvønn mánadag.

Team Deathmatch kapping

Kappingin er skipað soleiðis, at tað er pláss fyri 16 liðum við fýra luttakarum á hvørjum liði. Byrjað verður kl. 11.00 og kappast verður í fýra umførum, har tann besti av fýra liðum í hvørjum umfari kemur víðari til finaluna, ið verður kl. 16.30.

Spælt verður í sonevndum Team Deathmatch dystum, har tvey lið kappast til allir luttakarar í øðrum liðinum eru ‘deyðir’. Síðan skifta liðini síðu og spæla ein dyst afturat. Vinnarin av runduni er so tann, sum hevur dripið flest mótstandarar í báðum dystunum.

Allar fyritøkur eru vælkomnar at melda seg til Paintball firmakappingina á www.hey.fo/paintball. Fyrireikararnir siga eisini, at áskoðarar, heppikór og maskottar eru vælkomin at seta dám á kappingarríka og samansjóvandi dagin. Ætlanin er eisini at stroyma frá tiltakinum, so tað ber til at fylgja við á netinum.

Góðar umstøður á Selatrað

Umstøðurnar á Skótadeplinum á Selatrað eru framúr góðar við innandura paintball bana og øðrum stuttligum frítíðarvirksemi. Á hvørjum ári verður onkur útgerð dagførd og hesuferð er nýggj paintball útgerð bíløgd til kappingina, ið eftir ætlan verður eitt afturvendandi tiltak.

- Vit hava vitjan av nógvum fólki ígjøgnum alt árið, sigur Arne Debess, umboð fyri Skótadepilin. Talan er um skótalegur, kappingar, firmatúrar, familjutiltøk, polterabend o.a., har tey vitjandi kunnu hugna sær við paintball, øksakasti, bogaskjóting, snorkling, síging, kano-rógving, uttandura matgerð og njóta náttúruna og friðin rundan um Skótadepilin.