Føroyska løgreglan raðfestast

politikkur21-01-2020 - 10:35 - Jóanis Nielsen

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, ynskir, at føroyska løgreglan verður raðfest, nú flokkarnir á Fólkatingi eru farnir undir samráðingar um nýggja avtalu fyri løgregluna.

Í november í fjør var Edmund Joensen á fundi við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, og greiddi honum frá avbjóðingunum hjá føroysku løgregluni. Nú samráðingarnar eru byrjaðar um nýggja semju um løgregluna, hevur Edmund Joensen sett løgmálaráðharranum, Nick Hækkerup, fyrispurning.

Edmund Joensen vísir á, at vantandi raðfesting av føroysku løgregluni hevur við sær, at avlurtingarpakkin, sum bleiv samtyktur í 2014, ikki er farin at virka enn. Harafturat eru KT-skipanirnar hjá føroysku løgregluni ikki dagførdar, og umstøðurnar til skotvenjing í Føroyum eru ikki nøktandi.

Umstøðurnar hjá føroysku løgregluni fáa ikki nógva viðgerð og rúmd í almenna orðaskiftinum í Føroyum, tí er umráðandi, at føroysku fólkatingslimirnir virka fyri hægri raðsfesting av løgregluni í Føroyum.