Føroyska hondbóltslandsliðið tapti í dag við einum máli

ítróttur11-01-2020 - 19:57 - Jóanis Nielsen

HSF: Føroyar vóru so sera nær við at vinna sín fyrsta HM-undandyst hjá monnum í dag. Tíverri koppaði dysturin 27-26 til Slovakia. Eftir eina tyngri byrjan fyrstu 10 minuttirnar, spældi føroyska liðið seg væl upp og var støðan 13-14 í hálvleikinum. Serliga var tað verjan, sum stóð betri í dag og vóru skotini eisini neyvari í álopinum

8 minuttir inn í seinna hálvleik vóru okkara fyri fyrstu ferð frammanfyri í dystinum, 16-15. Liðini skiftust um at vera frammanfyri restina av dystinum, men vóru fleiri marginalar støður sum ikki koppaðu til okkara seinastu 10 minuttirnar.