Mynd: Óli á Gravabø.

Føroysk skip leita eftir svartkjafti á 64N

14-06-2018 - 12:13 - Jóanis Nielsen

 Borgarin hevur leitað eftir svartkjafti millum 63N og 64N eystast í føroyskum sjógvi.

Jupiter, sum í gjár landaði 2.000 tons av svartkjafti í Vedde í Norra, kom í føroyskan sjógv í morgun.

Bæði Borgarin og Jupiter fiska í morgun, men tað er ikki nógv at síggja.

Norðingur er áveg norður hagar, teir eru staddir á 62,6N 

Eingi útlendsk skip eru á leiðini har norðuri.