Føroysk skip í Esbjerg

myndir20-05-2019 - 17:03 - Jóanis Nielsen

Hesi trý skipini liggja við bryggju, og hava ligið har eina tíð.

Tá tey liggja við tað bryggjuna tey gera, er sjálvdan nógv gott eftir.
Tað er nevniliga hjá Smedegaard upphøggara.
Innast liggur Tórsvík, í miðuni liggur Kúrberg og uttast liggur Ran.
Tórsvík var upprunaliga bygd til danska statin í 1979 og fekk navnið Lars A Kruse.
Hann var bygdur sum skúlaskip til fiskivinnuna.

Í miðuni liggur Kúrberg, sum var bygdur á Skála i 1984 sum Vesturvarði.

Uttast liggur Ran, sum var bygdur sum Sjúrðaberg i Ålesund i 1971, tað skrivar Erland Joensen úr Esbjerg.