Mynd: Mogens Flindt/eb.dk




Føroyingur mitt í ófriðinum: - Eg føldi meg rættuliga ótrygga

top16-04-2019 - 08:24 - Jóanis Albert Nielsen

Bæði í gjár og fyrradagin hevur ófriður verið í Keypmannahavn. Vit hava tosað við tveir føroyingar, sum endaðu mitt í øllum ófriðinum tann fyrra dagin. Kristina Christoffersen og maðurin Jógvan Holm súkklaðu beint inn har ófriðurin var.

Kristina greiðir frá:

- Orsøkin til at vit endaðu har beint tá, var tí at mađurin og eg høvdu veriđ í Bispebjerg kirkjugariđ sum liggur á ydre Nørrebro og hugt at kirsjuberjatrøđunum sum blomstra hesa tíđina, og vit valdu at súkkla heim eftir Nørrebrogade og inn til Søerne og síðani víðari til Norðhavn, óvitandi um allan ruđuleikan sum fyrigekk har. Vit ansađu ikki tað sum fyrigekk, fyrr enn vit faktist stóðu mitt í tí heila.

- Meðan vit súkkla oman eftir Nørrebrogade løgdu vit tilmerkis tvey salatføt draga inn til Blågårds Plads har alt byrjaði, og um tað mundið tá vit vóru har, hevði ruðuleikin líka sum spjeitt seg til Nørrebrogade. Vit hugsaði ikki meira um hetta, tí tað er vanligt at møta tílíkum bilum á Nørrebro.

- Tá vit so koma longur oman og at enda eru tætt við Søerne, síggja vit eina rúgvu av fólki á gøtuni, og tað var ein løgin og spentur stemningur á gøtuni, tó einki órógv á fólkið sum so. Tað virkaði sum fólk steðgaðu upp, og líka sum vit, ikki anaðu hvat gekk fyri seg. Vit uppdagað at á vegnum vóru gjørdar gøtubyrgingar við eini rúgvu av súkklum sum vóru spjeidd yvir um vegin, og skrellbingjur tveittar mitt út á vegin og eldur var sett á bingjurnar. Tað var her vit steðgaðu á og varnaðust at okkurt var heilt galið og at vit máttu sleppa okkum vekk. Aftanfyri okkum stóð ein rúgva ungum monnum, summir klæddir í maskum, onkur hevði funnið sær ein pinn til "vápn", og frammanfyri okkum stóðu 3-4 "Hollandærvogne(sum er eitt slag av stórum løgreglubilum)" á linju klárir at koyra inn á Nørrebrogade, so hjá okkum var einki annað at gera enn at sleppa okkum yvirum gøtubyrgingarnar og oman til Dronning Louises Bro har tað stóð ein rúgva av forvitnum og undrandi fólki, journalistum og øðrum.

- Beint eftir at vit vóru komin yvirum gøtubyrgingarnar fóru "Hollandærvognarnir" trummlandi oman eftir Nørrebrogade fyri at steðga ófriðinum, og teir koyrdu alt niður sum fyri lá á vegnum og sum var brúkt til at byggja gøtubyrgingarnar - hettar tyktist mær sera ógvusligt. Teir koyrdu aftur og fram nakrar ferðir, frá Dronning Louises Bro og einar 200-300 metrar inn á Nørrebrogade.

- Eftir hetta sluppu vit okkum heim. Tað løtuna vit royndu at sleppa forbí gøtubyrgingarnar føldi eg meg rættuliga ótrygga, tí tað var eisini her ein rúgva av maskeraðum monnum gingu ímóti og forbí okkum. Tað hendi okkum tíbetur einki, men eg bleiv ógvuliga skelkað av hendingini, og tað sat í mær fleiri tímar aftaná, sigur Kristina Christoffersen við JN.fo.