Føroyingur millum bestu dómarar - rundar tey fimmti

mentan03-06-2017 - 09:30 - Jóanis Nielsen

Í dag, 02. juni, verður dansktføddi føroyski mannarættindardómarin, Jón Frederik Kjølbro, 50 ár. Hann er føddur og vaksin upp í Keypmannahavn hjá føroyskum foreldrum, Aldis og Jógvan Kjølbro sála, sum var sonur Ewald Kjølbro. Jón Frederik Kjølbro er langabbasonur navnframa vinnulívsmannin í Klaksvík, vanliga róptur Kjølbro, og hann er uppkallaður eftir langabbanum.

Jón Kjølbro fekk tíðliga í lestrartíðini stóran áhugað fyri løgfrøði. Hann arbeiddi í danska løgmálaráðnum í umleið 9 ár, har hann arbeiddi fyri tað mesta við mannarættindarmálum, sum altið hava havt hansara stóra áhuga. Í tíðarskeiðinum 1994-1996 var hann dómarafulltrúði í Føroyarætti, og seinni starvaðist hann sum dómari ávíkavist í Eystara Landsrætti og í Keypmannahavnar Býrætti.

UPPFYLTUR DREYMUR

Í januar mánaða í 2014 var Jón sjálvur triðji, sum Danska Stjórnin innstillaði millum kandidatarnar til dómarastarvið við Tann Europeiska Mannarættindardómstólin í Strasbourg, og tá hann fekk starvið sum dómari í mannarættindum, var tað ein dreymur frá lestrartíðini, sum gekk út.

Danska blaðið Politiken hevur eina trivaliga heilsan til føðingardagsbarnið undir heitinum: “Menneskerettighedernes bedste dommer.” Jón Kjølbro situr nú á fjórða ári sum dómari við mannaraættindardómstólin í Strasbourg, har hann hevur fimm ár eftir í starvinum, tá starvstíðin er sett til 9 ár. Politiken endurgevur í blaðnum í gjár hansara starvsfelagar, sum siga um Jón: Sitat: “Hann brennir fyri arbeiðinum við mannarættindardómstólin. Hann er besti dómari, sum Danmark eigur á sínum øki. Jón er óbundin í sínum hugsunnarhátti, hann er nærlagdur, dugnaligur og respekteraður!” sitat liðugt.

Jón sigur í samrøðu við politiken: “Tað er ein framíhjárættur at sita við dómstólin og taka avgerðir, sum hava víttfevnadi týdning. Hetta er ein sera stór ábyrgd, sum eg eisini havi gjørt mær fulkomuliga greitt! sitat liðugt.

FINGRAMERKIÐ

Jón Kjølbro setti sítt egna fingramerkið í Europeiska mannarættindarsøgu, tá hann skrivaði bókina, DEN EUROPEISKE MENNESKERETTIGHEDSKONVENTION. Bókin hevur høga umtalu í mannarættindarhøpi, har hon verður lýst sum ein klassikari innan mannarættindarløgfrøði. Bókin telur yvir 1300 blaðsíður.

FAMILJAN

Jón er giftur føroyskari kvinnu, Guðrun, sum er fødd og uppvaksin í Havn. Guðrun er dóttur Judit og Osvald Kjærbo, sála. Tey eiga tríggjar vaksnar synir. Jón segði við Politiken, at hann fór ikki til arbeiðis føðingardagin, men ynskti at halda 50 ára dagin við síni nærmastu familju.

Meðan Jón hevur sítt starv í Strasbourg, so rindar familjulívið sín egna prís, tí konan og børnini eru í Keypmannahavn. Men sum Jón sjálvur sigur við Politiken, at “hetta er ein annarleiðis háttur at liva uppá, men familjan heldur út. Alt hevur sín kostna, og er man ikki villugur at rinda, skal man heldur ikki royna seg!”

Tá Jón er í Keypmannahavn, er hann knýttur til Glostrup Frikirke, har hann og Guðrun hava sítt andaliga heim.

Jón Kjølbro og landsverkfrøðingurin, Ewald Kjølbro, eru brøður.

(Kelduhjálp: Politiken 01.juni 2017 / DJØF forlag, innslag á heimasíðu um bókina “Den Europeiske Menneskerettighedskonvention.” / DJØF forlag, innslag á heimasíðu um “Jon Frederik Kjølbro:” / BT heimasíða, innslag: “Dansker valgt til dommer ved menneskerettighedsdomstol.”)

Sent í R7 Tíðindi 02.06.2017