Føroyingar ynskja forboð móti at fjala alt andlitið

Politikkur08-03-2018 - 21:30 - Jóanis Albert Nielsen

69,43% av føroyingum ynskja lóg samtykta ímóti nýtslu av klædnadrakt sum fjalir alt andliti.

Kanningin sum Spyr.fo hevur gjørt var gjørd týsdagin 13. oktober 2017.

Í kanningin luttóku 400 fólk í aldrinum 18 til 80 ár.

Spurningurin sum settur var:

“Skulu vit hava eina lóg ímóti burka og niqab?”

Øll svara

69,43% at vit skulu hava eina lóg ímóti burka og niqab

20,78% aT fólk skulu sjálvi sleppa at avgera, hvussu tey eru klødd

9,79% vita ikki.

Býtt upp í aldur svara

Aldursbólkarnir svaraðu soleiðis uppá spurningin: at vit skulu hava eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab:

18 til 29 ára gomlu 60,5%

30 til 44 ára gomlu 70,9%

45 til 59 ára gomlu 70,5%

60 til 80 ára gomlu 69,5%.

Kvinnur og menn svara

69,3% av kvinnunum og 69,7% av monnum ynskja eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab.

Oyggjar svara

Fólk sum búgva í hesum oyggjum ynskja eina lóg ímóti nýtslu av burka og niqab:

Eysturoyingar 67,0%

Norðoyggjar 67,3%

Fólk í Norðstreymoy og Vágum 71,4%

Fólk í Sandoynni og Suðuroy 76,6%

Fólk í Tórshavnar Kommunu 68,6%.