Føroyingar vunnu 1-0 á Andorra

ítróttur03-09-2017 - 18:51 - Jóanis Nielsen

 Føroyingar vunnu 1-0 á Andorra og hava nú 8 stig í sínum bólki, so nógv stig hava vit ongantíð havt áður.

Tað var Gilli Rólantson Sørensen, sum legði Føroyar framum, tá ið ½ tími var leiktur av fyrra halvleiki. Føroyingar leiktu væl í fyrra hálvleiki og skaptu fleiri møguleikar, so vit bíðaðu bara eftir nær í málið fór at koma, okkara leikarar hildu á við góða spælinum, tað íð eftir var av fyrra hálvleiki, teir spældu bóltin, soleiðis at mótstøðuliðið hevði nokk at gera við at renna aftaná - flott spæl í fyrra hálvleiki.

Men í seinna hálvleiki fótaðu Andorra-mennirnir sær betri, teir vóru grammari og vit fóru í verjustøðu.

Men gott úrslit og kærkomin stig.

Tillukku Føroyar.