Føroyingar verða vardir av PET-lógini – men ikki av øðrum lógum

vinna15-03-2019 - 14:40 - Jóanis Nielsen

Í svari til Henrik Old staðfestir Claus Hjorth, verjumálaráðharri, at arbeitt verður við at seta PET-lógina í gildi fyri Føroyar. Lógin ásetur m.a., hvussu fregnartænastan hjá løgregluni arbeiðir. Av svarinum framgongur tó eisini, at støðið fyri nettrygd og informatiónstrygd er ymiskt í Danmark og Føroyum

Grannar okkara eru í størri mun farin at verja seg betur fyri net- og telduálopum og ávirkanarherferðum, sum eru vorin vanligari hóttanir seinastu árini. Sjálvi hava vit onga fregnartænastu. Og ein stórur partur av lógarverkinum er framvegis danskt øki.

Í hesum sambandi spurdi Henrik Old verjumálaráðharran, um danskar fregnartænastur hava nóg góðar heimildir at arbeiða í Føroyum, ella um tørvur er á at nágreina lógarverkið, soleiðis at Føroyar verða meira mótstøðuførar fyri net- og telduálopum og ávirkanarherferðum, sum kunnu skaða føroysk áhugamál.

Talan er um PET-lógina, lógina fyri fregnartænastuna hjá verjuni og lógina fyri teldu- og nettrygd (CFCS-lógin). Harufturat kom lógin um net- og informatiónstrygd í 2016, sum m.a. herdi krøvini til trygdarmannagongdir hjá telefonfeløgum.

Verjumálaráðharrin upplýsir í svarinum, at arbeitt verður við at seta PET-lógina í gildi fyri Føroyar. Men hann vísir tó somuleiðis á, at verjumálaráðið fer at viðgera tørvin at seta stóra lógarpakkan fyri teldu-, net og informatiónstrygd í gildi í Føroyum.

Henrik Old hevði sæti á Fólkatingi fyri Javnaðarflokkin í januar mánaði í ár.

Svarið frá verjumálaráðharranum kann lesast her:https://www.ft.dk/samling/20181/almdel/UPN/bilag/147/2029567.pdf

Javnaðarflokkurin