Mynd: Sverri Egholm.

Føroyingar kláraðu at halda reint mál í 74 minuttir

ítróttur12-10-2019 - 18:57 - Jóanis Nielsen

Føroyingar bardust manniliga í dystinum ímóti Rumenia, sum var leiktur í Havn í kvøld, men tá ið 74 minuttir vóru leiktir, tá kom hol í føroysku verjuna, støðan gjørdist 1-0 til rumenar og 9 minuttir seinni gjørdist 2-0, seinasta málið kom í 94. minutti - Rumenia vann 3-0.