Føroyar vunnu við einum málið móti Suður Korea

ítróttur20-07-2017 - 21:50 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska U21-landsliðið í hondbólti ger veruliga um seg í HM-endaspælinum í Algeria. Fyri løtu síðani vunnu teir 28-27 á Suður Korea, og hava Føroyar fult stigatal eftir tveir dystir.

Suður Korea var annars undan dystinum tippaðir at verða stórfavorittar at vinna á Føroyum. Føroysku spælarnir vístu hvørjar dygdir vóru í teimum og vunnu dystin 28-27 eftir hálvleiksstøuna 16-12.

Føroyar kunnu nú koma í 1/8 part finalurnar.