Føroyar við til EM-undankapping í badminton fyri blandað í Aire sur la Lys í Frankaríki

ítróttur07-12-2018 - 16:17 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska badmintonlandsliðið við sjey leikarum er júst farið avstað til EM-undankapping fyri blandað lið. Dystirnir í bólkinum verða spældir í Aire sur la Lys í Frankaríki í døgunum 7.-9. december. Hetta er triðju ferð, at Føroyar luttaka í EM-undankapping fyri lið.

Føroyar eru í bólki saman við Frankaríki, Slovakia og Estonia.

Liðkappingin verður spæld soleiðis:

1 einmansleikur fyri kvinnur, 1 einmansleikur fyri menn, 1 tvímansleikur fyri kvinnur, 1 tvímansleikur fyri menn og 1 blandaður tvímansleikur.

Tilsamans eru 23 tjóðir meldaðir til EM-undankappingina - og umframt, at tað verður spælt í Frankaríki, verður eisini spælt í Onglandi, Moldova, Portugal, Týsklandi, Póllandi og Bulgaria.

Hesir leikarar umboða Føroyar:

Rannvá Djurhuus Carlsson, Lyngby/HBF

Kristina Eriksen, HBF

Gunnva Jacobsen, HBF

Niclas Eysturoy, HBF

Bartal Poulsen, VibyJ/MBF

Benjamin Gunnarstein, KMB2010/HBF

Magnus Gaard er venjari og Kári Dal-Christiansen er ferðaleiðari.

“Síðsta stóra uppgáva hjá føroyska landsliðnum í ár er beint nú fyri framman, okkara leikarar skulu komandi dagarnar møta sterkum leikarum frá Frankaríki, Slovakia og Estlandi, so tey mugu standa saman, kempa og royna at fáa nakað burturúr teimum torføru dystunum”, sigur formaðurin í BSF, Erik Engelbrecht Thomsen.

Ferðalagið kom til Aire sur la Lys í gjár – og skulu longu í eldin í dag móti vertstjóðini Frankaríki - byrjað verður kl. 13.00 lokal tid.

Til ber at fylgja við beinleiðis á hesari leinkjuni http://badmintoneurope.com/cms/default.aspx?clubid=4685&cmsid=239&pageid=5381&m=7080188