Føroyar vann í dag ein tryggan 30-23 sigur á Kina

ítróttur12-06-2017 - 16:42 - Jóanis Nielsen

Føroyar vann í dag ein tryggan 30-23 sigur á Kina, eftir 15-7 í hálvleikinum. Lunnar vóru lagdir undir sigurin fyrstu 15 minuttirnar, hareftir talan var um at koyra sigurin heim og fáa allar leikararnir í spæl.

Spælið í seinna hálvleiki kundi verið betri, men bar brá av, at fleiri uppstillingar og spælskipanir vóru royndar. Allir fingu spælitíð og allir útileikararnir komu á máltalvuna

Eftir dystin var málverjin hjá Føroyum Jan Pauli Toft Johannesen valdur til dagsins leikara.

Í morgin skal Føroyar spæla móti Moldova kl. 14.00 føroyska tíð.

Málskjúttar:
Høgni Klein Olsen 6 (2)
Peter Krogh 4
Rókur Akralíð 3
Hans Eli Sigurbjørnsson 3
Hanus Christophersen 3
Allan Norðberg 2
Rógvi Dal Christiansen 2
Eirikur Simonsen 2
Torstein Balle 2
Frank Askildsen 1
Tróndur Arge 1
Tróndur Kragesteen 1