Føroyar skipað fyri ráðstevnu fyri stórhavstjóðir

Politikkur05-10-2017 - 08:00 - Jóanis Albert Nielsen

Hesa vikuna hava Føroyar saman við NORA og Norðurlendska Ráðharraráðnum og í samstarvi við FAO og Commonwealth skipað fyri altjóða ráðstevnu fyri stórhavstjóðir um bláan vøkstur. Ráðstevnan fór fram í Malta í døgunum 2. - 4. oktober 2017.

Ráðstevnan byrjaði mánamorgunin og helt fram týsdagin við framløgum og orðaskifti um royndirnar hjá stórhavstjóðum í stremban teirra at virka fyri bláum vøkstri – at fáa vaksandi og nýtt virði úr øllum livandi tilfeingi úr sjónum, sum vit troyta. Úr Føroyum var framløga um taraaling, sum ráðstevnan tók væl ímóti.

Hóast hesi oyggjalond eru ymisk á mangan hátt, so hava tey tað til felags, at tey ráða yvir risastórum havleiðum og hava á mangan hátt líknandi avbjóðingar, tá ið ræður um at umsita sjófeingi á ein burðardyggan hátt frá veiði til endaligar framleiðslur.

Á ráðstevnuni fingu Føroyar eisini høvi til at hava fundir við aðrar stórhavstjóðir um framtíðar samstarv innan fyri serstakliga fiskivinnu og alivinnu.

Mikudagin endaði ráðstevnan við rundborðsfundi við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, sum formanni, har ráðharrar og høgtstandandi umboð luttóku.

Høgni Hoydal segði í endarøðu sínari, at Føroyar fóru at virka fyri, at ráðstevna sum hendan eigur at vera ein fastur táttur í framtíðini og at Føroyar fara at taka stig til, at stórhavstjóðirnar hittast aftur. Eisini boðaði hann frá, at Føroyar fóru at kunna um hesa ráðstevnu á serligum átaki í fiskivinnunevndini hjá FAO í komandi ári.

Londini, sum luttóku á ráðstevnuni vóru umframt Føroyar, Ísland, Noreg, Grønland, Seyskelloyggjar, Móritius, Kabo Verdi, Sao Tomi og Prinsipi, Papua Nýguinea, Vanuatu, Grenada og Malta. Harumframt luttóku umboð fyri Evropasamveldið.

Fleiri upplýsingar kunnu heintast á www.nora.fo