Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi fyri 2018

Vinna05-12-2017 - 19:32 - Jóanis Albert Nielsen

Ein lítil hækking í føroysku kvotuni av toski og hýsu í norskum sjógvi

Føroyar og Noreg hava skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2018 eftir samráðingar í Tórshavn, 4. desember.

Føroysk skip hava komandi ár loyvi at fiska 4.610 tons av toski og 1.075 tons av hýsu. Talan er um eina hækking á 250 tons í mun til kvoturnar fyri 2017. Aðrar kvotur til føroysk skip í norskum sjógvi verða óbroyttar, 500 tons av upsa og 200 tons av øðrum fiskasløgum.

Umframt kvotabýti fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.755 tons av toski og 325 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Russland og Føroyar, í norskum sjógvi.

Norsk skip fáa í 2018 loyvi at fiska 2.200 tons av longu og blálongu og 1.801 tons av brosmu í føroyskum sjógvi. Talan er um eina lítla hækking í mun til kvoturnar fyri í ár. Upsakvotan hjá norskum skipum lækkar hinvegin niður í 150 tons. Kvotan av øðrum botnfiskasløgum, sum kunnu fáast sum hjáveiða, verður óbroytt 800 tons.

Eisini fáa norsk skip eina kvotu av makreli í føroyskum sjógvi upp á 5.979 tons, umframt at norsk skip hava atgongd at fiska 32.640 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2018.

Føroyska toskakvotan við Svalbard er eitt fast lutfall av heildarkvotuni av toski, sum Noreg og Russland áseta fyri Barentshavið. Í 2018 verður føroyska toskakvotan við Svalbard 1.576 tons, og er talan um eina lækking í mun til kvotuna fyri 2017.

Tað vóru Ingrid Vikanes, samráðingarleiðari hjá Noregi, og Andras Kristiansen, samráðingarleiðari hjá Føroyum, sum skrivaðu undir semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2018.