Føroyar lata varisliga uppaftur

vinna08-04-2020 - 10:59 - Jóanis Nielsen

Nú fara Føroyar spakuliga upp aftur í ferð eftir einari grundreglu.

Vit skulu hava størst møguligan samfelagsliga ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundi í morgun.

”Eg viðurkenni, at tað er trupult at finna røttu javnvágina. Tað finst einki fordømi, eingin frymil, eingin uppskrift, og einki úrslit,” segði løgmaður.

Við verandi smittutølum kunnu vit vera varisliga bjartskygd. Higartil hevur tamarhald verið á støðuni, men hon er enn álvarsom. Boðskapurin er tann sami. Tað er avgerandi fyri framtíðina, at vit framvegis taka tilmælini í allarstørsta álvara.

“Tað var ein tíð fyri korona, og tað er ein onnur tíð við korona. Tað mugu vit læra okkum at liva við í langa tíð frameftir,” segði løgmaður.

At Føroyar fara uppaftur í ferð, inniber millum annað, at dagstovnarnir lata uppaftur mánadagin 20. apríl, men tey foreldur, sum vilja og hava møguleika til tað, eru vælkomin at hava børnini heima.

Á skúlaøkinum lata frítíðarskúlarnir, forskúlar og 1. til 3. flokkur eisini upp tann 20. apríl. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda. Foreldur, sum vilja og hava møguleika til tað, eru vælkomin at hava børnini heima.

Endaflokkarnir í miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlunum eftir 20. apríl.

Les meira um ítøkiligu átøkiniHER.

Coronaráðgeving stovnað

At Føroyar fara spakuliga upp í ferð, reisir sjálvsagt nógvar spurningar.

Tí er ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum stovnað. Hon fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum, hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.

Eisini verður víst til heimasíðuna corona.fo og coronalinjuna. Telefonnummarið er 30 40 40.

Kelda: lms.fo