Føroyar javnaði í seinastu løtu

ítróttur24-10-2018 - 18:07 - Jóanis Albert Nielsen
Føroyar hava fyri løtu síðani fingið sítt fyrsta stig í EM-undanspælinum.

Føroyar vóru á odda í hálvleikinum 15-10 og fóru betri í fyrra hálvleiki. Montenegro kom út sum eitt ódnarveður til seinna hálvleik, og sá út til at fara at vinna. Føroysku spælarnir komu væl við aftur, og í seinastu løtu javnaði Føroyar til 24-24.

Leygardagin tekur Føroyar ímóti Danmark.