Nýggjastu


Føroyar gjørt sáttmála við Bretland um fiskiskap

Politikkur29-10-2020 - 16:24 - Jóanis Albert Nielsen

Í morgun undirritaðu Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri og Emma Hopkins, bretsk sendifrú til Keypmannahavnar karmsáttmála um fiskiskap millum Føroyar og Bretland.

Tá ið hesin sáttmáli er komin í gildi, eftir at Løgtingið og bretska tingið eftir ætlan hava samtykt hann seinni í ár, verður hann karmurin um alt fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland í komandi tíðum.

Samráðingarnar um henda sáttmála hava gingið væl landanna millum og serstakliga tí at viðurskiftini millum sendinevndirnar hava verið stak góð.

Sáttmálin fevnir í høvuðsheitum um tær meginreglur, sum eitt slíkt fiskivinnusamstarv millum londini bæði skal virka eftir í framtíðini.

Týdningarmestu ásetingarnar fevna um atgongd, kvotuflytingar og eftirlitssamstarv. Harumframt er ásett, at londini bæði raðfesta vísindaliga grundaða umsiting av fiskastovnum og at sjøtul verður settur á samstarv um havlívfrøði og havumhvørvi. Øll hesi viðurskifti fara at verða viðgjørd í teimum árligu samráðingunum landanna millum.

Jacob Vestergaard sigur, at hetta er ein søguligur dagur fyri viðurskiftini millum Føroyar og Bretland. At sáttmálin er undirritaður er ein varði í okkara felags søgu og eitt stórt framlop í felags royndum okkara at framhaldandi menna samstarvið millum tjóðirnar báðar.

Hann sigur víðari, at hann er serstakliga væl nøgdur við tað álitisvekjandi og uppbyggjandi samstarv, sum er komið í lag millum føroyskar og bretskar ráðharrar og embætisverkið í londunum báðum.

Victoria Prentis, bretskur fiskimálaráðharri sigur, “Today marks an auspicious day for our respective fishing industries, and a shared commitment to work together as independent coastal states.”

Hon sigur víðari “I thank our Faroese counterparts for their constructive approach, and I look forward to building on the strong and important historic links between our nations.”