Føroyar eru til sølu

politikkur25-08-2019 - 21:10 - Jóanis Nielsen

Í vikuni frætti vit, at amerikanski forsetin Donald Trump ynskir at keypa Grønland.

Skelkandi tanki, men tey flestu hava nokk sum eg bara rist við høvdinum.

Men fyri føroyingar er tað meira álvari í slíkum máli, enn vit geva okkum far um. Tí í prisippinum er onki í vegin fyri, at Trump, Putin ella eirindaleysi krónprinsurin av Saudi Arabia, Mohammed bin Salman, keypir Føroyar, ella í minsta lagi ein stóran part av Føroyum.

Tí í Føroyum er ongin áseting í lóggávuni, sum skal tryggja, at jørðin í Føroyum verður á føroyskum hondum.

Tvs. at øll, sum eiga fasta ogn, eini hús á Viðareiði, eina trøð í Havn ella ein heilan haga í Suðuroynni, kunnu í morgin selja hesa ogn til einhvønn útlending, ið vísur Føroyum áhuga.

Og henda gongdin er longu byrjað. Tað eru longu ríkir útlendingar, ið hava ognað sær fasta ogn í Føroyum.

Kostnaðurin er nokk ongi forðing.

Í 2015 gjørdi Mohammed bin Salman eitt spontant keyp, meðan hann var í summarfrí í Frankaríki, tá hann keypi sær eitt brúkt stuttleika skip fyri kr. mia. 3,75. So vit skulu nokk ikki billa okkum inn, at húsaprísurin á Skótarók ella traðarprísurin í Mykinesi ræðir hann.

Hetta er skelkandi tanki, haldi eg.

Missa vit fyrst føroyska mold í útlendskar hendir, so ivist eg stórliga í, um vit nakrantíð hava ráð at keypa hana aftur.

Tað er fleiri ár síðan, at tað gjørdist greitt í miðlunum, at hetta fór at gerast ein avbjóðing, men sitandi samgonga, sum hevur verið so altráð eftir at forða útlendingum at gera íløgur í føroyskt vinnulív, tykist ikki leggja nakað í, um somu útlendingar keypa hvønn matrikkul í landinum.

Tað mugu vit gera nakað við

Verið eg valdur á ting, verður hetta eitt av teimum málum, ið eg fari at taka upp, og kemur Fólkaflokkurin í samgongu, so fari eg at stríðast fyri, at hetta sera týðandi mál verður raðfest ovaliga í samgonguskjalinum.

Ongin, sum vil Føroyum og føroyingum væl, kann vera ímóti at skipað verður so fyri, at føroyskir matriklar altíð eru ogn hjá føroyingum, og ikki amerikumonnum, russum ella saudiarabarum.

Jacob Vestergaard

Valevni hjá Fólkaflokkinum