Føroyar er víðari

ítróttur11-06-2017 - 18:42 - Jóanis Albert Nielsen

Tær hava gjørt tað aftur!
Føroyar vunnu á Finnlandi og hava har við spælt seg víðari til endaligu EM-undankappingina fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Tað gekk striltið hjá Føroyum at koma í gongd. Finnland legði seg á odda beinavegin við trimum málum, men so raknaðu okkara kvinnur við og vístu, hvat var betra liðið. Føroyar løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og hildu leiðsluna til síðsta bríksl. Hálvleiksstøðan var 8-5 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki kom meira ferð á málskjótingina á báðum síðum, tó við Føroyum omaná. Finnland hálaði seg tvær ferðir upp á ein eittmálsmun, men føroysku kvinnurnar stríddust væl og svaraðu hvørja ferð aftur. Dysturin endaði 20-17.

Eitt flott avrik av okkara hondbóltskvinnum!

Málskjúttar:
Anna Brimnes 6
Marjun F. Danberg 4
Kristianna H. Joensen 3
Siw Matras Larsen 2
Daniella Joensen 1
Bára K. Hansen 1
Turid Arge 1
Nina Johansen 1
Tóra Eliasen 1