Føroyameistari í skúlaflogbólti fyri 4. flokkar finnast

ítróttur26-03-2019 - 11:31 - Jóanis Nielsen

 Flogbørn, 4. flokkarnir: Føroyameistari í skúlaflogbólti fyri 4. flokkar finnast

 

Týsdagin 26. mars 2019 verður føroyameistarin í flogbólti fyri 4. flokkarnar funnin í Høllini á Hálsi.

 

Gjøgnum allan veturin hava Anna Frederiksen og Peter Morell, sum vóru við til at vinna Ársins Ítróttaátak, skipað fyri skúlakappingum í skúlaflogbólti runt alt landið.

 

Í alt 8 kappingar hava verið, har skúlar frá ymiskum økjum hava verið samlaði til kappingar, og tað eru vinnararnir av hesum økiskappingunum, sum nú møtast í Havn í morgin.

 

 

194 næmingar og 45 lið

 

Samanlagt verða tað 194 næmingar sum møtast, og sum koma at spæla á 45 liðum – øll spæla við og eingin situr uttanfyri – og er hetta eitt av høvuðsendamálunum við Flogbørnum, siga Anna og Peter í stuttari viðmerking.

 

Skúlarnir verða hesir:

 

4. flokkar:

Næmingar

Lið

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík

24

6

Eiðis skúli

5

1

Skúlin á Løgmannabreyt

51

12

Tofta skúli

18

4

Vestmanna skúli

22

5

Skúlin í Trongisvági

16

4

Gøtu skúli

36

8

Sørvágs skúli

22

5

194

45

 

 

Byrjað verður í Høllin á Hálsi klokkan 9,30, og spælt verður fram til klokkan 12,15, tá Føroyameistarin er funnin fyri 4. flokkarnar og steyp verða handaði.