Føroya Tele stuðlar hondbóltinum

ítróttur17-01-2020 - 20:47 - Jóanis Albert Nielsen

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

– Eisini vit í Føroya Tele hava sæð góðu úrslitini, sum føroysku landsliðini hava fingið og somuleiðis stóra áhugan, sum er fyri hondbólti sum heild í Føroyum. Við okkara tøkni síggja vit eisini møguleikar at fáa hondbóltin enn meira fram í ljósið og út til fólki, sigur Eva Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele.

– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, serliga í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um nýggja samstarvið við Føroya Tele og síggja vit stórar møguleikar í promovering av hóndbóltsítróttinum saman við teimum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.

Avtalan er galdandi fyri 2020.