Føroya størsta samskiftishús fyllir runt

06-12-2017 - 17:36 - Jóanis Nielsen

Sendistovan 10 ár í dag

Í dag, 6. desember, eru 10 ár síðani lýsingastovan Sendistovan lat upp fyri fyrstu ferð. Sendistovan var samanrenningin millum Reproz og Team85, sum stutt frammanundan eisini hevði keypt Dekostovuna. Sostatt var hetta ein stór samanlegging innan lýsingar, sniðgeving, skelting og deko í Føroyum.


Hví Sendistovan
Endamálið var at savna førleikar og kreativar kreftir, so sjálvt tær størstu og mest krevjandi uppgávurnar kundu loysast í Føroyum. Og tað má sigast at vera rokkið, tí millum størstu avbjóðingarnar, sum Sendistovan hevur megnað er samleikaskiftið frá Kall til Vodafone yvir nátt, samlaða skeltingin av Vága floghavn, samleikaskiftini frá Føroya Banki til BankNordik umframt Sparbank í Grønlandi og Amagerbanken í Danmark til BankNordik. Eisini eru nógvar heimasíður mentar, skeltakonsept sniðgivin, lýsingaherferðir framdar og nógvar fyritøkur og stovnar hava fingið teirra samleika og búmerki sniðgivið á Sendistovuni, herundir Posta, Glasir, Katrina Christiansen, Landsbanki Føroya, Kringvarpið, Okkara, Landsverk, Ítróttaháskúlin, Kaffihúsið, Januar og nógv, nógv fleiri.

„Dreymurin var at savna bestu sniðgevarnar og bestu kreativu heilarnar undir sama tak sum bestu strategisku førleikarnar og harvið skapa bestu karmar fyri at menna hesa vinnuna í Føroyum. Ikki bara tað, men at hava eina slíka stødd, at vit kunnu lofta øllum, bæði skjótt og væl, líkamikið stødd og slag av samskiftisuppgávu” sigur Christian Nagata, nevndarformaður.


Saman, sundur og tó
Fyrr í ár valdi Sendistovan at taka gamla navnið Dekostovan fram aftur, og rekur nú skelta- og dekovirksemið undir navninum Dekostovan. „Hetta var eitt tilvitað val, tí vit ynsktu at reindyrka bæði økini og geva starvsfólkunum røttu karmarnar at arbeiða undir, og kundum tær bestu loysnirnar” sigur Niels Arge Gálan, stjóri. „Soleiðis er Sendistovan ein rein lýsingastova, og Dekostovan ein rein skeltaverkstova, við øllum sum tað viðførir”.


Móttøka 5. januar
Føðingardagurin verður hildin saman við starvsfólkum í dag, og 5. januar 2018 verður móttøka í hølunum í Stiðjagøtu 11, har Sendistovan og Dekostovan halda til. Tá eru øll vælkomin til ábit og undirhald, umframt at síggja snotiligu hølini. „Tá vóna vit at síggja kundar og samstarvsfelagar, veitarar og vinir”, sigur Christian Nagata. „Og kappingarneytar, sum vilja spionera” leggur Niels Arge Galán afturat við einum brosi.