Føroya Óðalsfelag hevur fund í Kollafirði í kvøld

mentan17-04-2019 - 10:02 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv.

Tað er í kvøld kl 18, at Føroya Óðalsfelag heldur eykaaðalfund á Búnaðarstovuni í Kollafirði, til at viðgera lóg felagsins, soleiðis at felagið fær lógarheimild, at stovna smápartafelagið "Jarðir", saman við Bóndafelag Føroya.
Endamál felagsins er at eiga og reka fast ogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í hesum sambandi.
Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva frameftir um, at fáa betri og meiri skipaði viðurskiftir í samband við tí alsamt vaksandi ferðavinnuni, sum eisini sóknast eftir betri fyriskipan við eitt nú gongd í haga vm.
Hetta nýggja felagið hevur eina nevnd, ið umboðar bæði feløgini og áhugamál tess, og skal hetta felagið frameftir arbeiða miðvíst við at menna og samskipa ferðavinnutilboð, bæði til føroyingar og útlendingar.

Blíðar heilsanir

Føroya Óðalsfelag