Floksmyndin ovast fv: Sjúrður Joensen, Steinberg, Regin á Rógvi, Julian Elisasen, Absalon í Gerðum.



Niðast fv: Jóannes Egholm, Jákup á Reynatrøð, Andrias Steinberg, Jákup Eysturdal, Mathias Hammer.



John Vernar Louisson væntar á myndini.

Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðingar og skiparar prógv á Sjónámi

mentan27-06-2020 - 14:16 - Jóanis Nielsen

 Hátíðarløta var á Sjónámi hósdagin 25.juni tá Føroya fyrstu Fulltiknu Skipsatstøðarar fingu prógv.

 

Á floksmyndini ovast fv: John Sigurd Danielsen, Kjartan í Homrum, Búgvi Fagraklett, Óli Hansen.

Niðast fv: Filip Jojic, Jákup Ebbe Bærentsen, Julian Olsen.

Jóan Magnus Johannesen væntar á myndini.

 

Virðislønir til skipsaststøðarar vóru lætnar av Fiskimannafelagnum.

  1. Óli Hansen fekk Mont Blanc fyllupenn og mappu (keypt hjá Niels L Arge)
  2. Búgvi Fagraklett fekk Bang & Olufsen headset
  3. Kjartan í Homrum fekk ein kikara

 

Ídnisvirðisløn var latin av Noroya Sparikassa til Julian Olsen.

 

Samstundis sum skipsatstøðarirnir fingu eisini 10 skiparar prógv á Sjónámi.

 

Floksmyndin ovast fv: Sjúrður Joensen, Steinberg, Regin á Rógvi, Julian Elisasen, Absalon í Gerðum.

Niðast fv: Jóannes Egholm, Jákup á Reynatrøð, Andrias Steinberg, Jákup Eysturdal, Mathias Hammer.

John Vernar Louisson væntar á myndini.

 

Javnir við besta úrsliti vóru Jóannes Egholm, ið fekk manchetknappar frá Runavíkar Kommunu og Sjúrður Steinberg, ið fekk grindaknív frá Skipara og Navigatørfelagnum.

Á øðrum plássi var Andrias Steinberg ið fekk eitt ur frá Vela-watch latið av Dávur Nielsen.

 

Ídnisvirðisløn var ein e-bók latin av BankNordik til Andrias Steinberg.

 

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu helt røðu umframt bæði Jan Højgaard formaður í Fiskimannafelagnum og Annfinnur Garðalíð formaður í Skipara og Navigatørfelagnum handaðu virðislønir og søgdu nøkur orð. Hanus G Johansen spældi nakrar sangir eftir Pól F.