Føroya Bjór renning á Norðoyarstevnu.

ítróttur01-06-2018 - 13:59 - Jóanis Nielsen

22. Føroya Bjór Renningin í miðbýnum. Leygardagin 2. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 22. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu.Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.