Formansskifti í vinnunevndini

politikkur06-10-2017 - 12:20 - Jóanis Nielsen

Formansskifti í vinnunevndini. Bjarni Hammer, sum í gott tvey ár hevur verið ein fínur nevndarformaður, fer frá, og Bjørt Samuelsen er nývald. Hon fer heilt víst at verða ein framúrskarandi forkvinna. Formannsskiftið nú varð avtalað millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, longu tá samgongan varð skipað fyri góðum tveimum árum síðani, tað skrivar Ingolf S. Olsen á Facebook, Ingolf eigur eisini myndina.