Formansfrágreiðingin hjá Høgna Hoydal

politikkur25-03-2017 - 16:16 - Jóanis Nielsen

Vit hava allar møguleikar at skapa tær frælsu, samhaldsføstu og virðisskapandi Føroyar

Gott tjóðveldisfólk. Norðstreymoyingar. Hósvíkingar. Føgru fólk kring landið alt. Kvinnur og menn.

Her í loki mars mánað 2017. Eftir eitt heitt heyst og ein heitan, men ódnarfullan vetur, er tað ein sonn frægd at hitta tykkum øll – móti vári. Og ein frøi, at vit seta hvør øðrum stevnu her á flokstingi í Hósvík.

Og hvørja stevnu seta vit okkum? Hvaðani seta vit okkara politisku mál og mið? Hvørja leið eru vit komin? Hvagar vilja vit ganga? Og ætla vit at missa málið, tá ið ódnirnar herja – ella ganga vit undan, út í vindin og taka til máls?

Um hetta vóni og vænti eg, at hetta flokstingið skal um seg snúgva. Og at vit tora at siga, viga og viðgera okkara hugsan um tey politisku málini, støðuna og leiðina – og okkara leiklut og avrik sum flokkur í stjórn og í samfelagnum sum heild. Úr okkara ymsu sjónarhornum og heraðshornum sum fjølbroytt menniskju og fólk við ymiskum royndum, møguleikum og útsýni kring landið alt.

Tí tað er nú vit saman leggja leiðirnar undir tær Føroyar, ið vit droyma um og ynskja fyri okkum og okkara eftirkomarar. Tey val og tær avgerðir, ið vit taka komandi mánaðir og ár, eru grundvallarspurningar fyri framtíðina.

Okkara ábyrgd sum tjóðveldisflokkur og rørsla er stór og víðfevnd. Vit skulu og kunnu bert megna tað saman. At loysa tað saman. Og saman við okkara samgonguflokkum og -feløgum, sum eg vil takka fyri gott samstarv, mangan undir truplum og viðbreknum umstøðum. Og vit skulu loysa tað vónandi saman við øðrum flokkum og ymsum pørtum av samfelagnum. Men ikki minst, skulu vit loysa málini og leggja leiðirnar saman sum fólk í einum virkandi og veruligum fólkaræði.

Og tað ber til. Vit hava í veruleikanum framúr møguleikar at skapa tær frælsu Føroyar. Tær samhaldsføstu Føroyar, har øll hava javnbjóðis møguleikar, rættindi og skyldur. Tær burðardyggu Føroyar. Tær virðisskapandi og sjálvbjargnu Føroyar, har ríkidømið í bæði mentan, lívsmøguleikum og í fæi kemur øllum til góðar og gagns.

---

Nú vit hava sett hvør øðrum stevnu her í Hósvík. Hesi føgru og fornu bygd, sum hevur fostrað mentanar- og undangongufólk, ið hava velt burturúr nýggjum við stórum hegni. Í hesi bygd, sum einaferð var ferðslumiðásin millum Eysturoy og Streymoy við Sundaferjuni. Og har vit takka bygdafólkinum fyri blíðskapin og umstøðurnar her í Bygdarhúsinum.

Og síðani vit hittust í Skopun fyri júst ári síðani, leita tankar okkara aftur til onnur undangongufólk og stuðlar í flokki og rørslu okkara, sum vit hava mist ikki hitta aftur her á fold.

Fari at heita á flokstingið um at reisast og í friði eina løtu at minnast tey við takksemi og virðing.

---

Hvør er stevnan?

Hvørja stevnu seta vit okkum, nú vit eru farin undir og fara undir stór tøk, ætlanir og broytingar fyri okkara land og fólk?

Tjóðveldisstevnan hevur gjørt meg til tjóðveldisfólk. Og eg leiti støðugt aftur til tey greiðu mál í stevnuni, soleiðis sum tey vórðu orðað og samtykt fyri – ja komandi ár – sjeyti árum síðani:

Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. Føroyar verða loystar úr øllum útlendskum bondum, so­leið­is sum føroyska tjóðin avgjørdi á fólkaatkvøðuni 14. september 1946.

Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald lands­ins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.

Hetta er kjarnin í stevnu okkara – og hetta er tíðarleyst og algildugt. Og sjáldan hava vit havt størri tørv á at halda fast um hesa stevnu, enn nú vit viðgera virðir og vald og fólkaræði: Í fiskivinnupolitikki, fíggjarpolitikki, vinnupolitikki, sosialpolitikki, heilsumálum, útbúgving, pensjónum, mentan, økismenning og so frameftirni.

---

Okkara stevna er eisini ein algildug stevna í mun til heimspolitikk og okkara støðu og ábyrgd sum fólk í heiminum.

Heimurin er í eini støðu, har fólkaræði og javnbjóðis møguleikar hjá fólki at liva og virka í einum fjølbroyttum og margfaldum felagsskapi á hesi klótu, gongur aftur á hond. Heimsins ríkidømi og vald verður framvegis savnað á alt færri hondum.

Tær felags avbjóðingarnar við ovurnýtslu, fátækradømi, umhvørvisdálking, virðing fyri ymsum mentanum, at steðga kríggi og yvirgangi og orsøkirnar til tess, tykjast ganga beint móti enn størri spjaðing, fíggindamyndum av ávísum samfelagsbólkum og heilum fólkabólkum. Og gongdin tykist greið: Tey, ið hava mest vald og rópa harðast, skapa sín egna veruleika og sína egnu útgávu av veruleikanum til tess at fremja síni mál og styrkja sítt vald. Henda gongdin spjaðir eisini tjóðir og samfeløg innanhýsis – og ilt er at síggja nakra felags fatan og tilvísing. Hvør leitar sær sín veruleika og samskiftir bert við tey, ið eru lík sær og sínum sjónarmiðum – gjøgnum ymsar miðlar. Við “fake-news” ella “alternativum fakta” og hvat tað annars verður rópt.

Hetta er ein gongd, ið eftir mínum tykki er ómetaliga vandamikil. Fyri heimin og einstøk samfeløg.

Tað sama er avbjóðingin her heima hjá okkum. Vit skulu ikki góðtaka, at vit bert leita tann veruleika fram, ið vit ynskja at síggja og spegla okkum í til tess at vátta okkara egnu undandómar.

Hjá okkum politikarum, hjá okkara miðlum, í okkara útbúgvingar- og mentanarpolitikki – og ikki minst í okkara sosialpolitikki – er hetta ein stór ábyrgd. Vit skulu í einum samfelag hava felags torg og tilvísingar, vitan og samskifti. Annars liva vit í hvør sínum lummum í einum samfelag og kunnu ikki taka fólkaræðisligar avgerðir, ið koma øllum til góðar.

Samanumtikið: Savningin av valdi og virðum er framvegis størsta hóttan heimsins – og Føroya lands framtíð við. Spjaðingin av felags tilvísingum, møguleikum og felagsskapi, er lutur í somu gongd og tekur grundarlagið undir fólkaræði og møguleikunum at loysa viðurskifti saman.

Tí eri eg fegin um, at tann viðgerð og tað orðaskiftið, sum – hóast hvast og stundum ógvusligt – kortini fer fram í Føroyum nú av fiskivinnuskipan, hjúnarbandslóg, støðuni í fíggjarheiminum og øðrum størri broytingum. Íðan og spjatt á ymsum miðlum og við ymsum veruleikum og fakta, ja. Men kortini enn í einum fólkaræði og á einum ávísum felags torgi.

Avbjóðingin hjá okkum er, at vit ikki missa hetta. At vit tora at taka støðu og gera broytingar út frá tí fólkaræðisliga sjónarmiðinum um, hvat gagnar fólkinum og tjóðini sum heild. Og ikki bert hjá teimum sterkastu áhugamálunum, ið hava sera stórt vald.

Og lat meg sláa fast beinanvegin. Valdið og virðini í Føroyum eru tey undanfarnu árini savnað á alt færri hondum. Bæði í fíggjarheiminum, í alivinnuni og í fiskivinnuni. Vit eiga ómetaliga virði – og tað er at fegnast um – og vit eiga ov mikið av dugnaligum fólki.

Og virðini eru økt ómetaliga av fleiri ávum – bæði av dugnaskapi, marknaðargongd og av politiskum avgerðum um at hækka kvotur. Bara í uppisjóvarvinnuni eru avreiðingarvirðini økt úr 500-700 milliónum krónum fyri 10 árum síðani, til væntandi omanfyri 2 milliardir í ár. Og eg ivist ikki í, at vit við teimum broytingum, ið vit skjóta upp í fiskivinnupolitikkinum, kunnu leggja grund til at virðisøkja okkara tilfeingi munandi meira. Ikki bara í nøgd, men serliga í dygd og virðisskapan her í landinum.

Lat meg eisini sláa fast, at tað hevur onki við øvundsjúku ella tílíkt at gera, at vit politiskt mugu og skulu taka støðu til, hvussu karmarnir og treytirnar í vinnu og fíggjarheimi skulu setast.

Tað snýr seg bert um, at ríkidømið og møguleikarnir í Føroyum koma øllum samfelagnum og fólkinum til góðar – og ikki minst komandi ættarliðum. Og ikki at gera okkara búskap ov viðbreknan í mun til einstakar fyritøkur og fíggjarstovnar.

Vit mugu tora at sláa fast, at tað er fólkið og fólkaræðið, sum skal hava veruliga valdið í Føroyum. Bæði tá ið tað snýr seg um vinnubygnað og lóggávu – og mótvegis fíggjarheiminum, har vit júst hava sæð, at valdið verður savnað tí eina tryggingar- og bankasamtakinum, og vit síggja ætlanir um at gjalda út serlig vinningsbýti í hinum.

Hvussu okkara fólkaræðið skal virka og kjølfestast verður bæði gjørt av í mánaðunum sum koma. Men ikki minst fáa vit ein einastandandi møguleika at leggja grund undir okkara fólkaræði, samleika, rættindum og skyldum, tá upsskotið til føroyska stjórnarskipan kemur til viðgerðar í heyst og verður lagt til fólkaatkvøðu flaggdagin komandi.

---

Hvaðani seta vit okkara mál og hvørja leið eru vit komin?

Vit hava nú sitið í stjórn í hálvt annað ár. Vit tóku við eftir fleiri ár við lítlum og ongum politiskum málum. Veruleikin er, at undanfarnu árini, vóru ongar veruligar broytingar framdar til frama fyri fólkaræði, samhaldsfesti og burðardygd. Tær stóru avgerðirnar um framtíðina lógu á láni.

Nýggja samgongan hevur sett sær stór mál, og hóast nógv rok og eina viðbrekna parlamentariska støðu, so er nógv at fegnast um og vera errin av, av tí sum er framt.

Lat meg siga tað soleiðis: Samgongan er ikki breið, men hon er djúp.

Framburðurin í samfelagnum er sjálvsagt ikki bert okkum fyri at takka, men tí at skapanarmegin hjá fólkinum í Føroyum enn einaferð hevur prógvað, hvussu ótrúligar møguleikar vit eiga og hava í hesum landi mitt í Norðuratlantshavi.

- Hall er vent til avlop á fíggjarlógini – hóast vit enn skulu minnast til, at forskattaðar pensjónir eru í renslinum.

- Umstøðurnar hjá lág- og miðalløntum og hjá familjum í fátækraváða eru bøttar munandi.

- Ein semja um framtíðar heilsuverk og sjúkrahúsverk er fingin undir land.

- Stórur fólkavøkstur er, og vit kunnu í dag sum í morgin verða farin upp um hálvt hundrað íbúgvar í Føroyum.

- Javnstøða millum okkara fólk í hjúnarbandsmálinum er samtykt.

- Sosialu skipanirnar eru styrktar.

- Ungdómurin vil lesa í Føroyum og hægri útbúgvingar eru styrktar.

- Lestrarstuðulin og barsilsskipanin er munandi bøtt.

- Munandi størri inntøkur fáast í tilfeingisrentu.

- Stór átøk eru gjørd fyri burðardygga veiðu og vinnu.

- Týdningarmiklar íløgur verða gjørdar kring landið á øllum økjum, ið hava ligið á láni.

- Mentanarpolitikkurin er munandi styrktur.

- Øktar kvotur í uppisjóvarvinnu og við Grønland og Ísland, hava vit útvegað við langt omanfyri 100.000 tonsum.

- Landbúnaðarpolitikkurin er broyttur til tess at gerast meira sjálvveitandi við egnum dygdarvørum.

- Vit eru klár at taka heim týdningarmiklar ábyrgdir fyri fólk okkara, sum fyrr hava ligið í øðrum landi (Persóns, familju- og arvarætt, útlendingamál, loftferðslu, bankaskipanir).

- Landsbankin er endurstovnaður og Búskapargrunnur Føroya fingin at virka sum brimgarðar fyri føroyska búskapin.

- Fleiri bústaðir verða bygdir.

- Nýtt Havrannsóknarskip verður eftir ætlan bygt í Føroyum.

- Og mangt, mangt annað.

Tað gongur ómetaliga væl á mongum økjum, og hjólini mala skjótt. Inntøkur okkara fyri íbúgvan, eru nú farnar upp um nógv okkara grannalondum – og eisini upp um Danmark.

Vit megna so væl og virðiliga at standa á egnum beinum, og kunnu gera okkum leys av pengum uttanífrá.

Okkara uppgáva er nú, at vit ikki endurtaka somu gongd, ið vit hava upplivað so ofta. At vit ikki hava skil á búskapinum og lata viðurskifti, ið vit ikki hava ræðið á ella taka ábyrgd av, snýsa alt omanav.

Vit hava so øgiliga nógv eftir at gera. At leggja pening til viks í góðum tíðum. At tryggja eina búskaparstýring, har kommunurnar eisini eru partur. Ein nýggj pensjónsskipan og umleggingar í skattum og gjøldum til samhaldsfesti. Á orku- og umhvørvisøkinum skulu verulig átøk setast í verk. Á útbúgvingarøkinum og sosiala økinum. Í økismenning. Í ungdómspolitikki.

Viðvíkjandi bústøðum, hava vit veruligar avbjóðingar hjá fólki at seta búgv.

Og fiskivinnu- og vinnupolitikkurin eru vit á avgerandi vegamótum.

Tjóðveldi kann eisini fegnast um, at vit eiga ómetaliga nógv gott fólk, ið tekur lut í avgerðum og politikki um alt landið. Kommunuvalið í heyst gav tjóðveldisfólki álit, ábyrgd og ábygdarstørv kring alt landið, hóast vit harmast um, at vit í Klaksvík mistu nøkur av okkara dugnaligu fólkum í Býráðnum.

Eisini vil eg nýta høvi at bera bæði økisfeløgum og Unga Tjóðveldið eina takkarkvøðu fyri framúr arbeiði, ið árinum, sum farið er.

Mjækka gjáirnar

Ein tann stórsta avbjóðingin, ið vit skulu loysa saman, er at mjækka um gjáirnar í samfelagnum.

Eg fari her at nevna tríggjar gjáir, ið bert kunnu víðkast, um vit ikki í felag gera nakað munagott.

1. Gjógvin millum tey, ið hava allarmest virði og vald og restina. Í Føroyum síggja vit somu gongd, sum í heiminum, har ein sera lítil partur av fólkinum, skjótt kann eiga meira enn øll restin til samans.

2. Gjógvin millum hægri/miðalfjøldina, ið hevur góðar møguleikar og inntøkur og kann fáa lut í framburði, lánsmøguleikum og tí, sum hendir í einum samfelag, sum er í vøkstri og melur skjótt. Og so tey, ið fella uttanfyri av ymsum orsøkum: Sosialum, sálarligum, kropsligum ella øðrum ávum. Tey, ið ikki kenna seg aftur í “main-stream”-samfelagnum, og ikki hava havt møguleikan at menna og brúka síni evni. Børn og ung við umsorganarsvíki ella øðrum avbjóðingum. Fyritíðarpensjónistar. Fólk við serligum avbjóðinum ella skerdum førleikum.

3. Gjógvin millum ymsar partar av landinum. Ongin ivi er um, at hóast vit binda landið saman, so síggja vit, at vøksturin í samfelagnum er sera ymiskur í fólkatali og virksemi og vinnumøguleikum. Virðið á húsum og møguleikar til fígging eru sera ymiskir. Vit eiga at gera verulig átøk, ið kunn skapa rímiliga javnbjóðis møguleikar hjá fólki kring landið. Tað kann bert styrkja okkum øll.

...at síggja tað vakra, sum er í nánd

Thomas Michael Smith, sáli, yrkti í “Nánd” um at síggja virðini her.

Tað, sum altíð hevur borið okkara tjóð og land framá og skapt tann veruliga framburðin í Føroyum, er: At virða og virðisøkja okkara egna tilfeingi og tey virðir, ið vit eiga beint her.

Tað er hetta, sum hevur ment grundarlagið undir at yvirliva og liva her. Tað er grundarlagið undir okkara mentan- og málstrevi og útbúgvingarpolitikki

Og tað er grundarlag undir okkara búskapi og framtíð.

Vit hava aftur seinasta árið fingið sjón fyri søgn. Okkara mentafólk. Okkara ítróttarfólk. Okkara ferðavinna. Okkara list. Heiðurin til Koks.

Og í okkara vinnu og í orkumøguleikum.

Tað er nærum ófatiligt at síggja og staðfesta, hvussu einastandandi møguleikar vit hava, at skapa varandi virðir og burðardygd.

Okkara útbúgvingarskipan, gransking og okkara mál eigur at vera, at vit í nógv størri mun leggja dent á tilfeingi og virðisøking í øllum lutum. Hetta kann jú knýtast at øllum fakum og sergreinum – frá fólkaskúla til miðnám og miðallangar og hægri útbúgvingar – umframt til alla gransking.

At virða og virðismeta og virðisøkja okkara egna tilfeingi og tað, ið vit eiga í náttúru, fólki og mentan.

Nýggj fiskivinnuskipan

Og tað leiðir meg til tað málið, ið hevur fingið so nógva umrøðu – og eigur at fáa tað eisini á hesum flokstingi. Uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan.

Og lat meg byrja við at siga, at vit standa so at siga í somu støðu, sum vit stóðu í fyri júst 40 árum síðani, tá ið føroyska fiskimarkið varð sett út á 200 fjórðingar. Tá var okkara flokkur eisini í broddi fylkingar.

Tað var hann eisini, tá ið vit vunnu okkum 12 fjórðinga fiskimarkið í 1964 - eisini galdandi fyri bretskar togarar. Teir høvdu havt loyvi fiska inn í klettin alla øldina, og varðveittu henda rættin, av tí at Danmark afturfyri kundi fáa serliga góðar handilsavtalur um at útflyta landbúnaðarvørur til Bretlands.

Og fyri at seta viðurskiftini eitt sindur í samanhang, fari eg at loyva mær at endurgeva úr eini samrøðu, ið eg fyri 20 árum síðani hevði við ein útróðrarmann og tjóðveldismann í Klaksvík , sum nú er farin hiðani av fold.

Hann greiddi mær so livandi frá, hvussu hann og teir, sum hann róði út saman við, upplivdu og sóu týdningin av hesa hending. Endurgivið eftir minninum segði hann nakað soleiðis:

“Kvøldið fyri grækarismessu 1964, sum fiskimarkið skuldi fara út á midnátt, lógu vit við okkara útróðrarbáti einar fýra fjórðingar norður úr Kallinum. Allir teir bretsku trolararnir sóust enn liggja og tóva spjaddir inn móti oyggjunum. Tá ið klokkan fór at nærkast midnátt, hálaðu teir, og fóru allir at sigla út móti 12 fjórðingum. Vit sóu toppljósini og lanternurnar í kláru náttini flyta seg úteftir. Og tá ið klokkan sló midnátt, løgdu trolararnir seg allir beint á 12 fjórðinga markið. Toppljósini lýstu sum ein ringur kring Norðhavið, ið sýndu okkum, hvar markið var og, hvat økið var innanfyri. Tá mátti eg fella eitt tár og hugsaði: “Alt hetta eiga vit nú!”

Hetta gav heilt nýggjar møguleikar hjá útróðrar- og heimaflota at troyta fongríka havið og at skapa flakavinnu kring landið.

Og nøkur ár seinni varð ein uppaftur størri avgerð tikin – eisini eftir mikið stríð og stórar ósemjur.

1. januar 1977 varð føroyska fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar. Á nýggjárinum verða sostatt 40 ár liðin síðani hesa stórhending. Talan var uttan iva um størstu broytingina og avbjóðingina í nýggjari tíð fyri føroyska samfelagið – vinnuliga, búskaparliga og politiskt.

Vit vunnu tá ræðið á einum sjóøki, ið fevnir um 275.000 ferkilometrar í miðjum Norðuratlantshavi. Hetta er eitt øki, ið til tess at síggja vavið á tí fyri okkum á heimskortinum, er væl størri enn landaøkið hjá Stórabretlandi.

Og vit tóku harvið á okkum ta ovurstóru ábyrgd at umsita alt livandi tilfeingi í egnum sjógvi, og at troyta tað skynsamt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Hartil vunnu vit okkum at rættin at samráðast beinleiðis við aðrar tjóðir og lond um fiskiveiðiavtalur og til altjóða samstarv um felags og ferðandi fiskastovnar.

Onki land um okkara leiðir – og møguliga onki land í heiminum – er so ríkt í havtilfeingi sum júst Føroyar, tá roknað verður í livandi tilfeingi fyri hvønn íbúgva í landinum.

Hesi 40 árini hava vit gjørt okkum dýrtkeyptar royndir við at umsita hetta ovurstóra ríkidømið og at seta í verk skipanir, ið kunnu tryggja burðardygga veiði og gagnnýtslu av livandi tilfeinginum til frama fyri vinnu, land og fólkið alt.

Tær vónir og teir møguleikar fyri at troyta okkara egnu grunnar og at skapa javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram í vinnu og at skapa virðisøking kring landið, ið lótu seg upp fyri 40 árum síðani, hava vit ikki megnað at umsitið nóg væl. Støðan á okkara egnu grunnum, støðan í heimaflotanum og í teirri vinnu á landi, ið vil vinna virðini burturúr, er alt annað enn góð. Og vit hava mist ómetalig stór virðir seinastu mongu árini, orsakað av hesum.

Men vit hava allar møguleikar at gera nakað við tað, nú 40 ár eru liðin síðani okkara 200 fjórðinga fiskimark og búskaparliga økið gjørdist okkara ábyrgd. Og hetta skulu og mugu vit megna, nú stórar orrustur fara at vera um at seta í verk eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna.

Hvat er uppskotið – og er tað fløkt?

Vit hava eitt eitt høvi nú, ið neyvan fæst aftur: Vit hava rættin at broyta skipanina. Vit hava søguligar høgar kvotur av uppisjóvarfiski og vit hava søguliga lágan botnfiskiskap undir Føroyum.

Vit kunnu nú leggja grundina undir tí, ið kann skapast í mong ár frameftir.

Høvuðsendamálini:

Hví skulu vit hava eina nýggja fiskivinnunuskipan?

- Vit skulu røkja fiskastovnarnar, so at teir kunnu endurnýggja eg og kasta mest møguligt av sær til okkum og komandi ættarlið.

- Vit skulu tryggja, at tilfeingið er ogn Føroya fólks og varandi grundarlag hjá tjóðini – og ikki verður privatiserað.

- Vit skulu fáa mest møguliga virðisøking burturúr fiskatilfeinginum til føroyska samfelagið, vinnuna og fólkið. Alt tað virksemið, tann dugnaskapur og teir førleikar, sum eru knýtt at tí at veiða og virka og vinna burturúr fiskivinnu, skal mennast í Føroyum.

- Vit skulu skapa javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram reka vinnu og at fáa sum mest burturúr kring landið. Og vit skulu ikki lata fiskirættindi út, men bjóða tey út.

- Vit skulu hava eina skipan, har tann serligi eykavinningurin av at fáa atgongd til fiskin – tann sonevnda tilfeingisrentan – ikki gerst ein privat søluvøra, men hesin vinningur fellur til landið.

Er uppskotið fløkt?

Nógvar atfinningar hava verið um tað uppskotið, ið er sent til hoyringar. Serliga hevur verið funnist at, at uppskotið er ein fløkja. Víst eru mangir tøkniligir og útroknarligir spurningar fløktir. Tað slepst á onga hátt undan í eini fiskivinnulóggávu. Og júst tí, er eisini alt sent til hoyringar, til tess at lýsa allar ivaspurningar. Teir spurningar og ivamál, ið hava verið mest frammi, verða nærri lýst niðanfyri.

Og lat meg siga tað soleiðis: Somu bólkar, ið dúgliga og drúgt seta niður á frøðingar og sonevndar “excelologar”, krevja nú framtíðina setta í formil ella excel-ørk, tá ið broytingar skulu gerast – annars nokta tey fyri broyting.

Tríggir høvuðstættir

Annars er uppskotið til nýskipan ikki fløkt í sínum høvuðstættum.

Uppskotið – og innihaldið í nýskipanini – snýr seg um tríggjar høvuðslutir:

1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða.

2. Treytir fyri virðisøking, virksemi og førleikum í Føroyum.

3. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat.

Hvørjar eru broytingarnar og uppskotnu skipanirnar í uppskotinum?

1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða:

- Uppskotið er at fylgja fylgja lívfrøðiligum tilmælum og langtíðarætlanum fyri ymsu stovnarnar.

- Uppskotið er at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi. Tó fiskidagaskipan fyri útróður.

2. Treytir fyri virðisøking og virksemi í Føroyum

Uppskotið er:

- Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og skattskyldug í Føroyum. 4 ára skiftistíð. Herdar treytir til skatting og vinningsbýti.

- Fiskur skal landast í Føroyum – minst 75%

- Alt skal til lands (høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir). 4 ára skiftistíð.

- Veiða skal bjóðast út til føroysk virki – í minsta lagi 60 %.

- Øll manning skal fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

- Útflutnings-/innflutningskredittur verður skipaður(frystur fiskur o.a.)

- Munandi peningur verður sett av til at menna virðisøking og nýskapan kring landið.

- Betri eftirlit, revsireglur og góðskukrøv. Forhondsgóðkenning, tá ið bjóðast skal.

- Tilfeingisgjald skal gjaldast fyri at fiska, har ein tilfeingisrenta er. Antin við útboði ella við ásettum gjaldi av bruttovinningi.

3. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat

Uppskotið er:

- Feløg/fólk hava atgongd – ikki knýtt at stáli og veiðiloyvi. Tó øll skip í føroyskari skipaskráseting.

- Verandi í vinnu í dag hava fiskirættindi í mun til søguligt tal

- Nýggj rættindi verða boðin út – ein minni partur kann bjóðast út við treytum um tilknýti/virksemi í økjum í landinum.

- Antitrustreglur – ikki aftureftirvirkandi, men frameftir 12% fyri tað samlaða og millum 15 og 35% fyri einstaka fiskaslagið.

Røkka vit málunum?

Vit hava brúkt nógv orku at søkja semju um hetta uppskotið saman við sambandsflokkinum. Tað hevur ikki eydnast – enn. Og vit bjóða framvegis til semju, tí tað er einasta ábyrgdarfulla avgerð, ið vit kunnu taka, um skipanin skal hava varandi gildi.

Eg eri sannførdur um, at vit við nýggju fiskivinnuskipanini:

- Gerast undangonguland í heiminum at umsita livandi ríkidømið í sjónum varandi og burðardygt við denti á at verja havumhvørvið og ta fjølbroyttu vistskipanina í havinum.

- Vit skulu vera millum heimsins fremstu tjóðir at veiða skynsamt og fjølbroytt við bestu og mest framkomnu amboðum.

- At okkara fiskivinna kann hava bestu umstøður og skipan til støðugt at økja virði og dygd av sjófeingi Føroya – av grunni at munni burturi á heimsins marknaðum.

- At vit eru matvøruframleiðandi tjóð og skulu vera millum fremstu lond í heiminum at framleiða dygdarmatvørur og at menna fjølbroyttar hjáúrdráttir úr sjófeinginum til hávirðisframleiðslur.

- At vit skapa møguleikar hjá fólki og vinnu kring landið at taka lut í og bjóða seg fram at menna eina fjølbroytta og nýskapandi fiskivinnu.

- At til ber at taka lut og bjóða seg fram hjá fólki og feløgum í Føroyum, uttan at leggja stórar, framkapitaliseraðar upphæddir á borðið.

- At tilfeingisrentan – tann serligi eyka vinningurin av avmarkaðari atgongd til sjófeingið – skal ikki gerast privat søluvøra og kapitaliserast langt fram í tíðina fyri vinnuna, men eigur í mest møguligan mun at fella til landið.

- At vit støðugt menna gransking, útbúgving og vitan um allar tættir í fiskivinnu og tilfeingisumsiting.

- At vit kunnu støðugt menna virðisøkingina í øllum liðum í okkara fiskivinnu, frá veiði og tøkni til hagreiðing, góðskustýring, framleiðslu, marknaðarføring, tænastuveitingar og nýskapan.

- At vit komandi 10 árini kunnu tvífalda útflutningsvirðið av sjófeinginum, sum vit veiða árliga.

- At vit komandi 10 árini kunnu skapa nýggj størv í fiskivinnuni til fólk við bæði handaligum og bókligum útbúgvingum, ið burturav starvast við at menna og byggja upp dygd, góðsku, virði, tøkni, serúrdráttir, marknaðarføring og vitan og førleikar, ið røkka málinum um virðisøking, menning og nýskapan.

Hvussu sampakkar uppskotið við fiskvinnupolitikkin hjá Tjóðveldi?

Fari her at loyva mær at taka burturúr stevnumiðum floksins okkara fiskivinnupolitikk, so til ber at samanbera, um vit eru á teimum leiðum, ið flokkurin hevur lagt.

Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðs­mál, at ríkidømið í havinum verður umsitið burð­ar­dygt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og til frama fyri alla føroysku tjóðina. Alt tilfeingið er ómissandi ogn Føroya fólks, og tryggjast skulu javnbjóðis kappingarmøguleikar hjá fólki kring landið og størst møguligt og varandi avkast til vinnu, manningar og samfelagið alt.

Tjóðveldi vil:

Ogn Føroya fólks

  • Ognarrætturin hjá Føroya fólki til livandi til­feingið í havinum verður tryggj­aður í grund­lóg og í allari lóggávu og umsiting um fiski­vinnuna.
  • Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í før­oyska veiðiliðnum. Bert fyri­tøkur og ein­stak­ling­ar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skattskyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiski­rætt­indi.

Lívfrøðilig burðardygd:

  • Lívfrøðiliga burðardygg stovnsrøkt verður tryggj­að við at fylgja vísindaligum tilmælum, ið skulu verða lagað til tær regu­lerings­skip­anir, sum eru í gildi, og sum skulu byggjast á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva inn­savning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
  • Føroyar skulu sum miðdepil í Norður­at­lants­havi vera fremstar at savna, gera royndir og skjal­prógva alla vitan um livandi tilfeingið í havinum, vistfrøðiligu skipanina og hav­um­hvørvið. Havstovan fær allar neyðugar umstøður til at røkja sítt arbeiði til fulnar, og nýtt hav­rann­sókn­ar­skip verður bygt bein­an­vegin.
  • Økisfriðingar, friðingar av leiðum í gýt­ing­ar­tíð­ini og friðingar av ungfiska­leið­um verða stað­festar í lóg.

Javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram at reka vinnu:

  • Farið verður frá politiskari útluting av fiski­rættindum, ið síðan verða keypt og seld á privata marknaðinum, til eina almenna markn­aðarskipan, har veiðirættindi, tvs. fiski­dagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgn­umskygdum marknaði.
  • Tá ið tíðarskeiðið til brúksloyvið er av, fella rættindini aftur til landið, sum kann bjóða tey út aftur á almenna marknaðinum.
  • Brúksskylda er tengd at øllum veiði­rætt­ind­um. Ónýtt veiðirættindi fella aftur til landið, og ongin kann selja veiðirættindi sum pri­vata ogn.
  • Ein skiftisskipan eins og royndarskipanir verða gjørdar í samráði við vinnuna.
  • Ein marknaðarskipað fiskivinna skal tryggja javnar møguleikar at bjóða seg fram hjá teim­um, ið vilja reka vinnu her í landinum, at kapping verður um at fáa sum mest burt­ur úr hvørjum kilo, og at tilfeingisrentan ikki gerst spekula­sjóns­virði, men kemur øll­um samfelagnum til góðar.
  • Ein “antitrust”-lóggáva verður samtykt, so­leiðis at ongin einstaklingur, felag ella sam­tak kunnu hava brúksrætt til meira enn ávís­an part av fiski­vinnu­tilfeinginum í teimum ávísu veiðibólkunum.
  • Atgongdin til tilfeingið skal skipast innan karmar, sum tryggja, at grundarlag er fyri fjøl­broyttum veiðihættum og fyri at end­ur­nýggja og nútímansgera heimaflotan og fiskiflotan annars.

Virðisøking og marknaðarføring:

  • Knýtt at brúksrættinum eru krøv um, at alt fiskatilfeingið skal førast til lands og gagn­nýt­ast.
  • Allur fiskur, ið føroysk veiðirættindi fáa til høldar, skal bjóðast út og verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum.
  • Størri virðisøking av fiskatilfeinginum skal fremjast, og stuðlast skal undir munandi meira gransking innan tilfeingisvinnurnar.
  • Ein alment góðkend vrakara­skip­an/góðsku­eftirlit verður skipað í samráð við vinn­una, sum váttar dygd og góðsku mótvegis markn­aðinum.
  • Fiskivinna á sjógvi og landi eiga saman við atknýttum vinnum at ganga sam­an í sam­starv í sjóvinnutyssi, har øll vinna og stovnar, sum hava við sjógvin at gera, samstarva um átøk at gera føroysku fiskivinnuna væl skipaða, at styrkja sølulið og markn­að­ar­før­ing og at tryggja váttanir fyri burðardygga veiði.

Sosial burðardygd:

  • Við lóg verður staðfest, at øll, ið reka vinnu við føroyskum fiskiloyvi og fiskirættindum, skulu fylgja sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
  • Útróðrarvinnan skal hava serliga skipan og góðar umstøður at virka og mennast kring allar Føroyar. Serlig atlit verða tikin til út­róðr­arrvirksemi, har eigarar liva av útróðri burturav.

Endi

Fátæka land:

ognir man havið tær bjóða,

tú eigur systrina góða;

havgyrda land!

Ríkt er títt hav,

gevur tær treysti og megi,

veldur tær sorgir og gleði;

fongríka hav!

Tá ið Rasmus Effersøe yrkti hesi orð í 1893 mundi hann neyvan grunað, hvussu stórt sannleiksvirði tey síðani hava havt fyri tjóð okkara – og teir møguleikar, sum vit í dag eiga.

Havið hevur givið okkum møguleikan – við dugnaligum fólki, ið hava havt treysti og megi – at lyft okkum úr fátækradømi sum tjóð. Havið hevur verið fongríkt. Og havið hevur volt okkum sorgir og gleði.

Hav okkara er ein slík stórfingin ogn, at tað kann gerast grundarlag undir góðum og ríkum lívi hjá okkum øllum og hjá ókomnum ættarliðum í Føroyum. Og at byggja land og samfelag og mentan, ið stendur á egnum beinum og samstarvar millum heimsins tjóðir.

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum eitt gott og gevandi floksting.