Formaðurin í nýskipanarnevndini: Bleiv lurtað eftir serfrøðini í fiskivinnunýskipanini?

vinna15-08-2018 - 10:21 - Jóanis Nielsen

Frá januar til oktober 2016 var eg formaður í nýskipanarbólkinum av serfrøðingum, ið bleiv settur av fiskimálaráðharranum til at skriva eina frágreiðing við uppskoti til nýggja fiskivinnuskipan. Í tíðarskeiðnum frá oktober 2016 til desember 2017 samráddist fiskimálaráðharrin síðani við andstøðuflokkarnar um eina breiða semju, men tað endaði sum kunnugt við, at samgongan í evstu løtu einsamøll samtykti fiskivinnunýskipanina við minst møguligum meiriluta.

Tá skipanin bleiv samtykt, heitti journalistur í KVF á meg um at eftirmeta skipanina í mun til okkara tilráðingar í frágreiðingini. Vegna støðu mína sum kringvarpsstjóri metti eg tað tó ikki vera rætt at gera tá. Men tá eg upprunaliga átók mær uppgávuna sum formaður í nýskipanarbólkinum, lovaði eg fiskimálaráðharranum at geva mítt íkast til samfelagskjakið um fiskivinnunýskipanina. Tí vil eg nú uppundir Fiskivinnutingið á Sjómannadegnum nýta høvi at taka afturíaftur nakrar av høvuðstættunum í nýskipanini í mun til frágreiðing okkara.

Máttu ikki mæla til menningarkvotur ella søgulig rættindi
Í skrivi dagfest 31. august 2016 nágreinaði fiskimálaráðharrin arbeiðssetningin hjá nýskipanarbólkinum. Hendan nágreining er viðheft sum fylgiskjal 2 til frágreiðingina. Orsøkin var, at nýskipanarbólkurin var ikki á einum máli um, hvørt bólkurin einans kundi viðgera uppboðssølu sum útlutingarhátt. Heilt ítøkiliga ynsktu fleiri í bólkinum, at vit eisini viðgjørdu útlutingarhættirnar ’grandfathering’ grundað á søgulig rættindi og ’beauty contest’ grundað á onnur boð enn hægsta uppboðssøluprís (ein leistur, sum júst nú er brúktur til útluting av menningarkvotum). Sum formaður setti eg tí fiskimálaráðharranum spurningin. Á fundi við bólkin avvísti fiskimálaráðharrin tó aðrar útlutingarhættir, og eftirfylgjandi sendi hann okkum skrivligu nágreiningina fyri at beina øll ivamál av vegnum:

”Uppskotini skulu vera um ein almennan rættindamarknað/uppboðssølu, har rættindini ikki kunnu gerast privat ogn, men verða boðin út til nýtslu/leigu fyri ávís tíðarskeið – sum kunnu vera longri ella styttri, alt eftir, hvat best verður mett at røkka endmálunum við nýskipanini.

Í orðaskiftinum á fundinum vísti eg á – í mun til royndir hjá okkum sjálvum og aðrastaðni – at skipanir við ’grandfathering’, rullandi loyvum, ITQ-skipan ella sonevndar ’beauty-contest’, ikki eru í samsvar við arbeiðssetningin.”

Sostatt sýtti fiskimálaráðharrin fyri, at vit kundu viðgera og møguliga mæla til eina blandingsskipan við uppboðssølu, menningarkvotum (’beauty contest’) og søguligum rættindum (’grandfathering’). Ein fyrimunur við eini blandingsskipan er, at hon kundi snikkast soleiðis saman, at breið politisk undirtøka bleiv fyri henni og møguliga eisini í vinnuni. Ein vansi við eini blandingsskipan er, at tað vilja vera samspælsárin millum ymsu skipanirnar, sum ein tílík greining kundi víst á og tikið hædd fyri. Í eini skrivligari áheitan til fiskimálaráðharran í august 2016 bað eg tí um møguleikan til eisini at viðgera eina blandingsskipan. Men hetta bleiv okkum sýtt. Í okkara tilmæltu skipan skuldu 100% av rættindunum seljast um ein marknað, hóast vit eisini ávaraðu um avleiðingarnar av størri ótryggleika og minni íløguhugi.

Endaliga loysnin bleiv ein blandingsskipan. Tí hevði tað verið gott at havt greiningar av samspælsárinum og teimum ábøtum, ið kunnu gerast við hetta. Tað er týðuligt, at tað eru samspælsárin millum ymsu skipanirnar, sum gera, at politiska skipanin hevur torført við at greiða mál og mið við ymsu tættunum í skipanini. Hetta skapir óneyðugan politiskan ótryggleika fyri vinnuna, sum í síðsta enda viðførir minni íløguhug.

Tíbetur fylgdu fiskimálaráðharrin og Løgtingið okkara tilráðing um at byggja inn í skipanina møguleika til at endurskoða og tillaga skipanina regluliga. Soleiðis skal fiskimálaráðharrin á hvørjum ári geva Løgtinginum eina frágreiðing um, hvussu skipanin hilnast og koma við møguligum tilmælum til tillagingar í skipanini. Vónandi verður hetta eftirmetingararbeiðið gjørt við stórum nærlagni.

Máttu ikki loyva váðafúsum útlendskum íløgumÍ arbeiðssetninginum frá fiskimálaráðharranum vóru krøvini til útlendskar íløgur í fiskiveiðu púra greið: Tær skuldu bannast. Hetta mál tók eg upp á mínum allarfyrsta fundi við fiskimálaráðharran, har eg royndi at grundgeva fyri, at tað vildi verið skilabetri at fara eftir eini bleytari loysn sum tryggjar, at leiðsluvirksemi og virðisskapan er í Føroyum, hóast útlendskar íløgur eru við til at fíggja vinnuliga virksemi. Men hetta avvísti fiskimálaráðharrin blankt, tí útlendsku íleggjararnir skuldu út.

At hetta er eitt búskaparfakligt hjartamál fyri meg, vita tey, ið hava fylgt mær á starvsleiðini. Longu á várið 2003 luttók eg sum búskaparfrøðingur við einum fyrilestri í Norðurlandahúsinum, har eg var biðin um at lýsa týðandi tættir í okkara vinnupolitikki í mun til at skapa búskaparvøkstur í Føroyum. Høvuðsboðskapur mín var, at tað kundi skapa stóra búskaparliga framgongd í Føroyum, um vit skaptu betri rásarúm fyri fleiri váðafúsum útlendskum íløgum í okkara vinnuliga geira. Samanborið við grannalondini og flestu framkomnu londini í heiminum, høvdu Føroyar bert tikið ímóti einum brøkparti av beinleiðis útlendskum íløgum.

Í fyrilestrinum helt eg meg kunna staðfesta tríggjar orsøkir til avmarkaðu útlendsku íløgurnar: Stórur almennur ognarskapur av vinnufyritøkum, avmarkingar fyri útlendskum íløgum í alivinnuni og avmarkingar fyri útlendskum íløgum í fiskivinnuni. Tilmælini vóru tí greið: Einskil og strika avmarkingar í alivinnuni og fiskivinnuni. Næstu árini bleiv BankNordik einskildur og børskrásettur eins og Bakkafrost, umframt at avmarkingarnar í alivinnuni blivu sleptar. Hetta er í dag beinleiðis orsøk til, at útlendskir íleggjarar hava átikið sær váðar fyri fleiri milliardir krónur í banka- og alivinnuni, sum skapa stór virðir fyri føroyska samfelagið.

Men í fiskivinnuni fara vit nú beint øvugtan veg. Í staðin fyri at fylgja búskaparfakligu tilráðingunum og gongdini í flest øllum framkomnum londum fara vit nú undir at tveita útlendskar íleggjarar úr fiskivinnuni. Grundgevingin sigst vera, at myndugleikarnir ynskja at tryggja, at virðisskapanin í fiskiveiðu er í føroyskum feløgum og kemur føroyska samfelagnum til góða, herundir skattainntøkunum. Men hendan grundgevingin heldur als ikki. Sum vit staðfestu í frágreiðingini um fiskivinnunýskipan, vilja útlendskar íløgur undir røttum umstøðum geva eina hægri tilfeingisrentu til samfelagið.

Hvat fer mest sannlíkt at henda, um landsstýrið heldur fast um ætlanina at avvikla allan útlendskan ognarlut í føroyskari fiskiveiðu næstu 5-6 árini? Mest sjálvsagt er, at íløgurnar í fiskivinnuni fara at fækka. Men tað er eisini upplagt, at íløgurnar í aðrar vinnufyritøkur fara at fækka komandi árini. Hetta tí, at kapitalsterkastu føroysku feløgini fara at seta pening í feløgini innan fiskiveiðu – tí útlendsku eigarnir eru noyddir at selja – og hesar íløgur vera so ikki gjørdar í aðrar vinnugreinar. Talan er um milliardir av krónum, hvørs fígging skal finnast aðrastaðni. Úrslitið verður – alt annað líka – einar fátækari Føroyar við færri vinnumøguleikum og færri størvum.

Onkuntíð verður sipa til avmarkingar í øðrum londum, tá grundgivið verður fyri at forða útlendskum íløgum í fiskivinnuni. Í frágreiðing okkara vístu vit á, hvørjar avmarkingar fyri útlendskum íløgum eru galdandi í øðrum norðurlendskum fiskivinnutjóðum:

•Ísland: 25%

•Norra: 40%

•Danmark: 33%

•Føroyar: 0%

Hvussu kundi ein bleytari loysn við avmarkingum fyri útlendskum íløgum í fiskivinnuni sæð út? Í BankNordik eru í viðtøkunum ásettar avmarkingar, soleiðis at ongin einstakur íleggjari kann eiga meira enn 10% av atkvøðunum. Í alivinunni eru eisini ávísar avmarkingar ásettar í alilógini, soleiðis at einstakur útlendskur íleggjari ikki kann eiga meira enn 20% av alifyritøku við aliloyvi, eins og krøv eru um, at høvuðssætið og meirilutin av nevndini skulu vera heimahoyrandi í Føroyum. Tað finnast sostatt bleytari loysnir enn eitt fullkomi bann fyri útlendskum íløgum, um myndugleikarnir endiliga vilja avmarka ávirkanina hjá stórum útlendskum íleggjarum. Harnæst umrøddu vit í frágreiðing okkara fleiri boð upp á loysnir upp á avbjóðingar við eitt nú ’transfer pricing’ og tunnari kapitalisering, sum eisini eru við til at tryggja, at skattainntøkurnar verða verandi í Føroyum.

Ótryggleiki og avmarkingar eru neiligar fyri virðisskapaninaÍ hesi grein havi eg bert viðgjørt tveir av týðandi tættunum í fiskivinnunýskipanini í mun til okkara tilráðingar í nýskipanarbólkinum: útlutingarháttur og útlendskar íløgur. Men hóast eg einans havi umrøtt hesar báðar tættir sæst, at samtykta fiskivinnunýskipanin í stóran mun ikki er kjølfest í serfrøði, men at hon í staðin er eitt úrslit av politiskari telving. Samspælsárinini millum ymsu útlutingarskipanirnar og avmarkingarnar eru ikki blivin viðgjørd av serfrøðini, men ein væl grundað búskaparfaklig meting er, at hetta fær neiligar avleiðingar fyri samlaðu virðisskapanina í Føroyum komandi árini.

Tórshavn, 15. august 2018
Johnny í Grótinum,
formaður í Fiskivinnunýskipanarbólkinum í 2016